Events
Calendar of Events
|
Monday
|
Tuesday
|
Wednesday
|
Thursday
|
Friday
|
Saturday
|
Sunday
|
|---|---|---|---|---|---|---|
6 events,
Hvørt mánakvøld kl. 19.30 er bingo í bygdarhúsinum í Leirvík. Tað er Fjallið, sum skipar fyri. Møguleiki er at keypa bingoblokkar og bygdarhúsið hevur bingo plátur til láns. Kaffi og køka er at fáa í pausuni. Øll eru vælkomin í bygdarhúsið at spæla bingo.
Hvønn morgun mánadag til leygardag um, 10 tíðina, hittast fólk í Lugarinum í Leirvík. Serliga eru tað eldri menn, sum hittast og fáa eitt gott prát um gamlar dagar og um hvat rør seg í samfelagnum. Øll eru vælkomin framvið Lugarið til eitt gott prát og ein kaffimunn.
Á bókasøvninum í skúlunum í Leirvík og Gøtu, kanst tú læna eitt hav av ymiskum bókum. Til tíðir verður eisini skipað fyri ymisk tilboð, so sum lestrarframløgur. Øll eru hjartaliga vælkomin at brúka bókasøvnini. Leirvíkar Bókasavn (Bókasøvnini hava stongt, tá skúlin er í feriu) Mánadagar kl. 16:00 – 18:00 Bókasavnið í Gøtu Mánadagar: […]
Síðan Kappróðrarfelagið Tindur varð stovnað í 2017, er áhugin fyri kappróðri í Eysturkommunu vaksin skjótt. Felagið byrjaði við tveimum manningum og hevur felagið í dag 9 manningar og 7 bátar. Bátarnir hjá Tindi halda til í róðrarneystinum á kaiini í Norðragøtu. Manningarnar hava innivenjingar í Leirvík, har rógvimaskinur og amboð til styrkivenjingar eru til taks. […]
Víkingur var stovnað 14. januar 2008. Liðið er ein samanrenning av Gøtu Ítróttarfelag og Leirvíkar Ítróttarfelag. Víkingur hevur stóran týdning fyri Eysturkommunu. Fótbóltsliðið hevur verið við til at styrkja felagsskapin og samanhaldið í báðum bygdinum. Í dag hevur liðið áleið 600 limir. Les meira um Víking á teirra heimasíðu: www.vikingur.fo. Sí venjingartíðir her. |
5 events, |
5 events, |
5 events, |
7 events,
Í døgunum 5.–7. juni verður Gamli skúli í Leirvík karmur um spennandi familjudagar í víkingatíð, samstundis sum ein forkunnug framsýning letur upp fyri almenninginum. Framsýningin tekur støði í fornlutum úr útgrevstrinum á Toftanesi, sum avdúkaði meira enn 3.000 ymiskar lutir úr víkingatíð – millum annað teir, ið verða at síggja á framsýningini. Í sambandi við […]
-
Víkas spæla til Dansin Fríggjakvøldið 5. juni í Losjuni við Gøtugjógv kl. 22:00 - 01:00 Kaffi, hugni og prát, øll vælkomin. Kostnaður 150 kr |
8 events,
Frá framsýning til upprunastað. Gongutúrur við Hákuni Andreassen, savnsteknikari á Tjóðsavninum, sum var á staðnum, tá útgrevsturin fór fram. |
7 events,
Frá framsýning til upprunastað. Gongutúrur við Hákuni Andreassen, savnsteknikari á Tjóðsavninum, sum var á staðnum, tá útgrevsturin fór fram. |
5 events, |
6 events,
-
Týsdagin 9. juni kl. 17 verður minnispláta avdúkað í Limmulundini. Tá eru liðin 50 ár síðani Olivia Joensen gróðursetti fyrsta træið. Henda hugnaløtan verður hildin við røðum, felagssangi og kórsangi. Harafturat bjóðar kommunan heitt at drekka og søtt afturvið. Skráin verður hendan: |
5 events, |
5 events, |
5 events, |
5 events, |
5 events, |
5 events, |
5 events, |
5 events, |
5 events, |
4 events, |
4 events, |
|
4 events, |
6 events,
-
Týskvøldið 23. juni kl. 20 verður konsert í Báta- og Listasavninum í Leirvík. Atgongumerki kunnu keypast fyri 50kr. við dyrnar. |
4 events, |
4 events, |
5 events,
-
Á framsýningini, í niðastu hædd verða feiri málningar og nakrar tekningar at síggja, nýtt og gamalt. Eisini hevur Esther Skála nakrar tekningar og annað spennandi. Til ferniseringina fríggjadagin kemur Eirikur Skála at undirhalda við tónleiki. Ka#, te og okkurt søtt aftur við verður at fáa. Fernisering verður fríggjadagin 26. juni kl 16:00. Opið er: Fríggjadagin […] |
4 events, |
4 events, |
4 events, |
6 events,
-
Leikur framførdur á teknmálið, og rødd verður løgd til Sjónleikurin Risin og Kellingim verður framførdur á teknmáli í Losjuni Glotti Meifríð Weihe Hansen stigtakari og leikari, framførir leikin -á Teknmáli. Ria Tórgarð hevur leikstjórnað, lagt til rættis, skrivað handritið og leggur rødd til sýningina. Sýningin er gjørd í samstarvi við Losjuna Glotti og Teatur […] |
4 events, |
5 events,
-
VÍKINGUR - STJARNAN UEFA Conference League 16. juli kl. 18.00 við Djúpumýru. Keyp atgongumerki her:https://vikingur.atgongumerki.fo/.../3665194/order/info Vaksin: 100kr (+avgreiðslugjald)Børn 0-16 ár: 0kr (Sjálvt um tað er ókeypis atgongd fyri børn, so krevst at tey “keypa” atgongumerki inniá leinkjuni)Rørslutarnaði við fylgjara: 100kr (+avgreiðslugjald) G.G.: Dyrnar opna kl. 17.00 og lata aftur kl. 18.10 stundisliga.Tað verður EINGIN durasøla […] |
4 events, |
4 events, |
4 events, |