Events
Calendar of Events
|
Monday
|
Tuesday
|
Wednesday
|
Thursday
|
Friday
|
Saturday
|
Sunday
|
|---|---|---|---|---|---|---|
12 events,
Hvørt mánakvøld kl. 19.30 er bingo í bygdarhúsinum í Leirvík. Tað er Fjallið, sum skipar fyri. Møguleiki er at keypa bingoblokkar og bygdarhúsið hevur bingo plátur til láns. Kaffi og køka er at fáa í pausuni. Øll eru vælkomin í bygdarhúsið at spæla bingo.
Hvønn morgun mánadag til leygardag um, 10 tíðina, hittast fólk í Lugarinum í Leirvík. Serliga eru tað eldri menn, sum hittast og fáa eitt gott prát um gamlar dagar og um hvat rør seg í samfelagnum. Øll eru vælkomin framvið Lugarið til eitt gott prát og ein kaffimunn.
Á bókasøvninum í skúlunum í Leirvík og Gøtu, kanst tú læna eitt hav av ymiskum bókum. Til tíðir verður eisini skipað fyri ymisk tilboð, so sum lestrarframløgur. Øll eru hjartaliga vælkomin at brúka bókasøvnini. Leirvíkar Bókasavn (Bókasøvnini hava stongt, tá skúlin er í feriu) Mánadagar kl. 16:00 – 18:00 Bókasavnið í Gøtu Mánadagar: […]
Skótabólkurin Leirvíks Páll, ið hann eisini verður nevndur, varð settur á stovn 5. mai 1962. Endamálið er grundað á grundreglur Baden-Powells, ið byggja á patrúljuskipanina. Hetta verður framt gjøgnum skiftandi arbeiðshættir við trúboðan, kristnifrálæru, skótaítrótti, útilívi og øðrum mennandi virksemi, har skift verður millum samarbeiði við onnur og við sjálvstøðugt virksemi hjá tí einstaka. Les […]
Vit bjóða talvvenjing til børn, ung og vaksin í Eysturkommunu. Tað verður eggja til eina hugnaliga samveru, øll eru vælkomin. Vit halda til í gamla barnagarðinum við Gøtugjógv. Kvøldskúlin telvar mikudag kl. 17-19. Gøtu Talvfelag telvar mikudag frá kl. 19. Ábyrgdarpersónur: Petur Páll Mikkelsen
Kórið Eystanljóð er eitt blandað kór, stovnað í 1986. Skráin hjá kórinum er fyrst og fremst sett saman av traditionellum føroyskum og útlendskum kórsangi og nakað av nýtmótans kórsangi. Kórið er eitt opið kór, har øll við áhugað fyri kórsangi kunnu verða við. Vant verður í gamla skúlanum við Gøtugjógv. Eystanljóð venur týskvøld kl. 19:30-21:30. […]
Hvørt hóskvøld kl. 19 í vetrarhálvuni savnast fólk í brandstøðini í Leirvík til sjavs. Umráðandi er at hava ein makkara við sær. Hetta er eitt hugnaligt tiltak, har fólkini kappast og hava tað stuttligt saman. Drekkamunnur er eisini at fáa. Øll eru vælkomin í brandstøðina at spæla sjavs.
Endamál felagsins er at virka fyri, at børn og ung í Eysturkommunu læra at svimja og við áhuga kunnu mennast til kappsvimjarar. Nevndin vil virka fyri, at svimjarar hava best møguligar karmar og – í tøttum samstarvi við foreldur og onnur avvarðandi – at stuðla børnum at røkka sínum málum í svimjingini. Vitja facebook síðuna […]
Síðan Kappróðrarfelagið Tindur varð stovnað í 2017, er áhugin fyri kappróðri í Eysturkommunu vaksin skjótt. Felagið byrjaði við tveimum manningum og hevur felagið í dag 9 manningar og 7 bátar. Bátarnir hjá Tindi halda til í róðrarneystinum á kaiini í Norðragøtu. Manningarnar hava innivenjingar í Leirvík, har rógvimaskinur og amboð til styrkivenjingar eru til taks. […]
Víkingur var stovnað 14. januar 2008. Liðið er ein samanrenning av Gøtu Ítróttarfelag og Leirvíkar Ítróttarfelag. Víkingur hevur stóran týdning fyri Eysturkommunu. Fótbóltsliðið hevur verið við til at styrkja felagsskapin og samanhaldið í báðum bygdinum. Í dag hevur liðið áleið 600 limir. Les meira um Víking á teirra heimasíðu: www.vikingur.fo. Sí venjingartíðir her.
Koyrikortið er til AM – lítið prutl. Hetta gevur loyvi at koyra prutl við grønum plátum, hægst loyvda ferð er 30 km/t. Skeiðið er 35 undirvísingartímar p/p. 15 tímar teori, 12 timar venjingarkoyring og 8 tímar fyrstuhjálp. NB: Skeiðsluttakarin skal verða fylltur 15 ár áðrenn 1. juni. Gott, um foreldur eru við fyrsta kvøldið. Takið […]
kr. 1900
|
||||||
7 events,
-
Lávusarhús opnar hurðarnar fyri nýggjum og forvitnum bindarum 6 mai! Her kanst tú royna at binda við ymiskum sløgum av tógvi, eisini tógv úr føroyskari ull. Tiltakið er ætlað ferðafólkum. Kostnaðurin er 150 kr. Meira info: Whatson |
7 events,
-
Fríggjadagin 8. mai kl. 14.00 verður hátíðarhald í kappróðrarneystinum í Norðragøtu. Her verður listaverk eftir Livari Nysted og tríbekkurin, sum John Høgnesen smíðaði til EuroSkills í september í fjør, avdúkað. Á skránni verður røða frá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum og vit hoyra Honnu Jensen, forkvinnu í mentanarnevndini, siga nøkur orð. Eisini verður vitjan […] |
8 events,
-
|
||||
7 events,
-
Fríggjadagin 15 Mai kl. 21:00 verður konsert við Hamferð í Tøting. Atgongumerki kann keypast á atgongumerki.fo |
||||||
8 events,
-
Týsdagin 19.mai kl.17-20 verður søla av frátiknum bókum í bókasavninum við Gøtugjógv. Bøkurnar verða seldar fyri 5,- stk. Einans kontant søla.
-
Tann 19. mai verður árliga næmingakonsertin hjá Tónlistaskúlanum í miðhøllini í Leirvíkar skúla kl. 17:00. Til konsertina fara næmingarir at vísa framm tað, sum teir hava lært ígjøgnum hettar musikkskúlaárið. Hettar verður gjørt við bæði solo framførlsum og eisini samanspælið. So kom og njót eina hugnaliga og musikkalska løtu saman við okkum í Eysturkommunu Tónlistaskúla. |
7 events,
-
Mikudagin 20. mai verður sølumarknaður í Víkingahúsinum í Sarpugerði. Her kanst tú fáa bundin pløgg, prýðislutir, lampur úr igulker, trælutir, souvenirs og mangt annað. Sølumarknaðurin er frá kl 13-18 og øll eru hjartaliga vælkomin! |
|||||
7 events,
-
Árligi ruddingardagurin verður mikudagin 27. mai, frá kl. 16:30 til uml. kl. 19:00 Dagurin byrjar við høsnarunga og chips í hesum støðum til øll, ið taka lut í ruddingini. Síðan verður farið at rudda í og kring bygdirnar frá kl. 17:15 til uml. kl. 19:00. Eftir hetta, verður bjóðað til kaffimunn við onkrum søtum og […] |