Loading Events
Tiltøk í Eysturkommunu

Familjudagar í víkingatíð 5.-7. juni

Byrjanardato

5. juni

Endadato

7. juni

Staður

Gamli skúli í Leirvík

Í døgunum 5.–7. juni verður Gamli skúli í Leirvík karmur um spennandi familjudagar í víkingatíð, samstundis sum ein forkunnug framsýning letur upp fyri almenninginum.
Framsýningin tekur støði í fornlutum úr útgrevstrinum á Toftanesi, sum avdúkaði meira enn 3.000 ymiskar lutir úr víkingatíð – millum annað teir, ið verða at síggja á framsýningini.
Í sambandi við framsýningina fáa vit vitjan av víkingum, ið fara at skapa lív og stemning við stuttligum aktivitetum og spølum, ið alt kann setast í samband við fornlutirnar.
Millum annað kunnu vitjandi:
• telgja skaft til snældu
• gera leirperlur og rennil
• gera bivoksljós
• mala korn og baka flatbreyð
• læra at spinna á hondsnældu
• royna seg í nevatalvi og øðrum spølum.
Kaffi og te verður at fáa, og tiltakið er ókeypis. Skráin verður kunngjørd seinni.
Í hesum sambandi hava bæði Lávusarhús og Báta- og Listasavnið víðkaðar upplatingartíðir 5.–7. juni.
Øll eru hjartaliga vælkomin!