Frítíðartilboð

Á hesi síðu sært tú eitt yvirlit yvir frítíðartilboðini, sum eru í Eysturkommunu. Tú kanst síggja nær tilboðini eru, og hvar tú kanst melda teg til.

Skótar

Skótabólkurin Leirvíks Páll, ið hann eisini verður nevndur, varð settur á stovn 5. mai 1962.

Endamálið er grundað á grundreglur Baden-Powells, ið byggja á patrúljuskipanina. Hetta verður framt gjøgnum skiftandi arbeiðshættir við trúboðan, kristnifrálæru, skótaítrótti, útilívi og øðrum mennandi virksemi, har skift verður millum samarbeiði við onnur og við sjálvstøðugt virksemi hjá tí einstaka.

Les meira á: www.leirvikspall.fo  

Reysti

Endamál felagsins er at virka fyri, at børn og ung í Eysturkommunu læra at svimja og við áhuga kunnu mennast til kappsvimjarar. Nevndin vil virka fyri, at svimjarar hava best møguligar karmar og – í tøttum samstarvi við foreldur og onnur avvarðandi – at stuðla børnum at røkka sínum málum í svimjingini.

Vitja facebook síðuna hjá Reysti her: Facebook

Talv

Vit bjóða talvvenjing til børn, ung og vaksin í Eysturkommunu.

Tað verður eggja til eina hugnaliga samveru, øll eru vælkomin.
Vit halda til í gamla barnagarðinum í Gøtugjógv.

Venjingartíðir: Mikudagin klokkan 19:00.

Kappróðrarfelagið Tindur

Síðan Kappróðrarfelagið Tindur varð stovnað í 2017, er áhugin fyri kappróðri í Eysturkommunu vaksin skjótt. Felagið byrjaði við tveimum manningum og hevur felagið í dag 9 manningar og 7 bátar.

Bátarnir hjá Tindi halda til í róðrarneystinum á kaiini í Norðragøtu. Manningarnar hava innivenjingar í Leirvík, har rógvimaskinur og amboð til styrkivenjingar eru til taks.

Eystanljóð

Kórið Eystanljóð er eitt blandað kór, stovnað í 1986.

Skráin hjá kórinum er fyrst og fremst sett saman av traditionellum føroyskum og útlendskum kórsangi og nakað av nýtmótans kórsangi.

Kórið er eitt opið kór, har øll við áhugað fyri kórsangi kunnu verða við.

Venjingartíðir eru: Týskvøld kl. 19:00-21:30

Víkingur

Víkingur var stovnað 14. januar 2008. Liðið er ein samanrenning av Gøtu Ítróttarfelag og Leirvíkar Ítróttarfelag.
Víkingur hevur stóran týdning fyri Eysturkommunu. Fótbóltsliðið hevur verið við til at styrkja felagsskapin og samanhaldið í báðum bygdinum.
Í dag hevur liðið áleið 600 limir.

Les meira um Víking á teirra heimasíðu: www.vikingur.fo.

Bókasøvn

Á bókasøvninum í skúlunum í Leirvík og Gøtu, kanst tú læna eitt hav av ymiskum bókum.
Til tíðir verður eisini skipað fyri ymisk tilboð, so sum lestrarframløgur.

Øll eru hjartaliga vælkomin at brúka bókasøvnini.