Loading Events
Frítíðartilboð

Kappróðrarfelagið Tindur

Byrjanardato

1. januar

Endadato

1. august

Síðan Kappróðrarfelagið Tindur varð stovnað í 2017, er áhugin fyri kappróðri í Eysturkommunu vaksin skjótt. Felagið byrjaði við tveimum manningum og hevur felagið í dag 9 manningar og 7 bátar.

Bátarnir hjá Tindi halda til í róðrarneystinum á kaiini í Norðragøtu. Manningarnar hava innivenjingar í Leirvík, har rógvimaskinur og amboð til styrkivenjingar eru til taks.

Í løtuni verður eitt nýmótans kappróðrarneyst bygt á kaiøkinum í Norðagøtu. Miðað verður eftir at niðasta hæddin skal verða liðug fyrst í 2025, so bátarnir kunnu standa inni, meðan alt húsið skal standa liðugt á heystið 2025.

 

Venjingartíðir 2024/25 – Tindur

Gev gætur, fleiri venja, tá tað liggur fyri, og summi venja fast.

Lið Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag Fríggjadag Leygardag
Gentur 14-16 ár kl. 17:00 kl. 14:00 kl. 14:00
Dreingir 14-16 ár kl. 17:00 kl. 14:00 kl. 14:00 kl. 14:00
Barnamanningar kl. 16:00 kl. 16:00
SEK kl. 21:00 kl. 09:00
Master kvinnur kl. 19:00 kl. 19:00