Handilstreytir
Gjalding
Kortið, sum verður nýtt til gjalding, verður trekt, tá vørurnar verða sendar. Um talan er um atgongumerki, verður peningurin trektur beinanvegin. Tað er møguligt at gjalda við Visa, MasterCard og Visa Electron.
Upplýsingar um gjaldskort verða viðgjørdar í samstarvi við QuickPay, sum er ein trygg talgild gjaldsloysn fyri online-gjaldingar. Allar kortupplýsingar verða viðgjørdar yvir ein SSL-tryggjaðan sambinding í samsvar við reglurnar hjá kortveitarunum og altjóða trygdarfyriskipanir (PCI-DSS).
Avbestilling
Um tú ynskir at avbestilla eina vøru, skalt tú skjótast gjørligt seta teg í samband við okkum á tlf. +298 73 00 20 ella við telduposti á eystur@eystur.fo. Avbestilling av vørum er bert møgulig, áðrenn vøran er send, og fyri atgongumerki, áðrenn tiltakið byrjar.
Iðranarrættur
Tú hevur 14 dagar til at nýta tín iðranarrætt frá tí degi, tú hevur móttikið vøruna. Um tú ynskir at angra keypið, skalt tú lata vørurnar aftur í sama standi, so rinda vit peningin aftur, sum tú hevur goldið fyri vørurnar umframt veitingarkostnaðin. Kundin skal sjálvur bera kostnaðin fyri afturberingina.
Viðvíkjandi atgongumerkjum: Iðranarrætturin er ikki galdandi fyri atgongumerki til tiltøk. Keyp av atgongumerkjum er bindandi, og peningur verður ikki afturrindaður uttan í førum, har tiltakið verður avlýst ella útsett.
Endurgjald
Um feilur er við vøruni, skalt tú innan rímiliga tíð at tú hevur funnið feilin, boða okkum frá skrivliga ella munnliga. Eftir hetta geva vit tær nærri upplýsingar um, hvussu tú skalt bera teg at. Endurgjald verður útgoldið samsvarandi keypilógini.
Viðvíkjandi atgongumerkjum: Eysturkommuna tekur ikki ábyrgd fyri mist atgongumerki ella skeivar upplýsingar veittar av keyparanum við bílegging.
Útbering av atgongumerkjum
Øll keyp á heimasíðuni umfata talgildar vørur, nevniliga atgongumerki til tiltøk, og tískil verður eingin fysisk útbering kravd.
Móttøka av atgongumerkjum
Atgongumerkini verða send talgilt til tín teldupostbústað beinanvegin, tá ið keypið er gjøgnumført. Um tú ikki hevur móttikið tíni atgongumerki eftir stutta tíð, set teg í samband við okkum á tlf. +298 73 00 20 ella við telduposti á eystur@eystur.fo.
Mist ella skeivt atgongumerki
Eysturkommuna tekur ikki ábyrgd fyri mist ella skeivt avgreidd atgongumerki, ið standast av rangum upplýsingum veittum við bíleggingina. Tó, um tú upplivir trupulleikar við tínum atgongumerkjum, set teg í samband við okkum, so finna vit eina loysn.
Persónsupplýsingar
Eysturkommuna viðger tínar persónsupplýsingar í samsvari við persónsdatalógina. Upplýsingar verða tryggjaðar og brúktar bert til bíleggingar og samskifti í samband við keypið. Les meira her.
Avlýsing av tiltøkum
Um eitt tiltak, ið tú hevur keypt atgongumerki til, verður avlýst ella útsett, fært tú boð skjótast gjørligt. Í slíkum førum verður tú kunnaður um møguleikarnar fyri endurgjaldi ella nýggjum dato. Um tiltakið verður avlýst, verður peningurin afturrindaður, men verður ikki afturrindaður fyri útsett tiltøk, tá nýggj dato er sett.
Prísir
Allir prísir eru í donskum krónum DKK. Allir prísir eru við MVG, um ikki annað er upplýst. Samlaða upphæddin verður víst týðiliga, áðrenn bíleggingin verður framd, íroknað møgulig gjøld, so sum frakt.
Kontaktupplýsingar hjá fyritøkuni
Eysturkommuna
Oyran 2, 512 Norðragøta
Heimasíða: https://tiltak.eystur.fo
Tel.: +298 73 00 00
Teldupostur: eystur@eystur.fo