
Risin og Kellingin

Dato
24. juni
Staður
Losjan Glotti, við Gøtugjógv
Leikur framførdur á teknmálið, og rødd verður løgd til
Sjónleikurin Risin og Kellingim verður framførdur á teknmáli í Losjuni Glotti
Meifríð Weihe Hansen stigtakari og leikari, framførir leikin -á Teknmáli.
Ria Tórgarð hevur leikstjórnað, lagt til rættis, skrivað handritið og leggur rødd til sýningina.
Sýningin er gjørd í samstarvi við Losjuna Glotti og Teatur Grugg.
Aftaná sýningina verður kaffi og prát um hesa verkætlanina. Leikarin og leikstjórin fara at siga frá arbeiðinum við leikinum og svara spurningum.
Atgongumerkir fáast á atgongumerki.fo ella við dyrnar. Kostnaður 100kr

