Tónlistaskúlin
Á tónlistaskúlanum í Eysturkommunu bjóða vit undirvísing í ymiskum ljóðførum til børn í skúlaarldri.
Vit leggja dent á eina fjølbroytta og spennandi frálæru, har næmingarnir sleppa at menna sínar tónleikaligu førleikar.
Undirvísingin fer fram eina ferð um vikuna í skúlatíð og varar vanliga ein hálvan tíma hvørjaferð.
Vit leggja eisini dent á felagsskapin, og tí bjóða vit næmingunum møguleikan at luttaka í samanspæli og á konsertum. Hetta er ein góður møguleiki fyri børnini at nema sær royndir við at framføra og skapa minnir saman við øðrum tónleikarum.
Niðanfyri finnur tú kunning um ymisk viðurskifti og treytir á Tónlistaskúlanum.