Events
Calendar of Events
|
Monday
|
Tuesday
|
Wednesday
|
Thursday
|
Friday
|
Saturday
|
Sunday
|
|---|---|---|---|---|---|---|
33 events,
Frálæran í orgli er einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í orglinum sum solo-ljóðføri. Undirvísari: Símun Hammer Tlf. 566600 Teldupost adr. simun@vrg.fo
Frálæran í klaveri er einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Eftir vegleiðing frá læraranum keypur næmingurin nótar til frálæruna. Tað er týdningarmikið at næmingurin dámar og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Undirvísarar: Jón Eliasesen 289827 tonlistaskulin@eystur.fo Petur Martin Johannesen 589972 mailapetur@gmail.com
Frálæran í floytu er einstaklingafrálæra, kann tó vera í minni bólkum í byrjanini. Dentur verður lagdur á, at læra um floytuna, og at ljóðið kemur fram, tá luftin rakar á hvassa kantin á munnplátuni og floytan fer at titra. Undirvísingin er skipað sum vikulig undirvísing hjá faklærara í floytuspæli, hálvan tíma hvørja ferð. Undirvísari: […]
At byrja við, fær næmingurin innlit í akkordir, nótar og teori. Byrjunartíðin er við støði í einaundirvísing og kemur næmingurin, tá ið førleikin er til tað, eisini at luttaka í samanspæli. Undirvíst verður í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í gittaranum sum solo-ljóðføri. Undirvísari: Hjalti Bogason Støylen Tlf. 528696 Teldupost adr. hjalti.bogason@gmail.com
Frálæran í el-bass er skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frálæraru í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í bassinum sum solo-ljóðføri. Tó fyri bassleikaran er samanspæl sera týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl. Undirvísari: Jón Eliassen Tlf. 730072 Teldupost adr. tonlistaskulin@eystur.fo
Frálæran í trompet, kornett og trombon er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í eini námsæltan, sum hevur innbygd menningarstig. Undirvísari: Kjell Orseth Tlf. 228288 Teldupost adr. kjell_orseth@hotmail.com
At telva er væl umtókt í Eysturkommunu - bæði hjá børnum og vaksnum. Á hesum skeiði lærir tú talv frá grundini, um tú ert nýggjur, og tú fært eisini avbjóðingar og uppgávur, ið passa til títt støði, um tú longu hevur royndir frammanundan. Tíðspunkt: Mikudagar kl. 17:00 - 19:00
kr. 500
Á hesum skeiði lærir tú at brúka bindimaskinuna til alskins arbeiði og undirvísarin hjálpir tær gjarna við íblástri. Ella kanska tú hevur okkurt arbeiði, ið bara hevur ligið óliðugt – inntil nú. Nær: 2.-3. og 23.-24. okt., 13.-14. nov., 15.-16. jan., 12.-13. feb. og 12.-13. mars. Klokkan: Fríggjakvøld 17:00 - 22:00 og leygardagar 10:00 – […]
kr. 500
Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, skulu handfarast og hvussu tú brúkar tær, so tú fært sum mest burturúr. Nær: Fríggjadagur 19. februar 17:00 – 21:00 Leygardagur 20. februar 09:00 […]
kr. 300
Aftur í ár verður farið uppá gólv við barnadansinum. Her verða lættar vísur, styttri sangir og annað, ið er serliga hóskandi hjá børnum á skránni. Nøkur kvøld vera serlig “dansispølskvøld”. Hetta verður lýst nærri og hesi kvøldini eru eisini øll vælkomin. Umframt at dansa saman, vera hugnakvøld og pitsakvøld. Kunning kemur út á Facebook bólkin […]
Bæði gentur og dreingir hava her møguleikan at syngja við í einum kóri, ið er skipað av leiðandi kreftum frá Gøtu Kirkju Ungdómskóri. Málið er, at øll læra at brúla røddina so tíðliga sum gjørligt og soleiðis skapa grundarlag fyri eini góðari sangrødd, tá ein gerst eldri. Símun Hammer, kórleiðari og organistur í Gøtu kirkju, […]
Á hesum skeiði verður teknað tað, sum luttakarin hevur hug til. Undirvísarin leggur lag á, men tú velur sjálv/-ur evnið. Her er møguligt at tekna alt - bæði møguligt og ómøguligt. Børn frá 12 ára aldri og niðureftir skulu fylgjast við foreldrum sínum fyrsta kvøldið. Tíðspunkt: Hóskvøld kl. 19:00-21:00
kr. 500
Hevur tú hug at spæla sjónleik, brúka hugflogið og hava tað stuttligt saman við øðrum? Á drama arbeiða vit við skapandi venjingum, spølum og improvisatión. Vit venja millum annað at hugsavna okkum, minni og at tora at traðka fram. Tær nýtist ikki at hava roynt drama áður - øll kunnu vera við. Dentur verður lagdur […]
kr. 500
Til drama menna vit skapandi gávur okkara gjøgnum venjingar, spøl og improvisatiónir. Samsundis venja vit at hugsavna okkum, okkara hugflog og minni okkara. Tað er ikki neyðugt at hava nakrar royndir, og vit leggja stóran dent á, at øll kenna seg væl og trygg í felagsskapinum. Tí tað er grundleggjandi neyðugt at kenna seg væl […]
kr. 500
Venjingarnar styrkja um konditiónina og vøddastyrkina, betra kropsins javnvág og kunnu uppá henda hátt fyribyrgja falli. Umframt hetta stuðlar tað at røra seg undir vælveru og lívsgleði. Tíðspunkt: Hósdagar kl. 16:00 -17:00
kr. 500
This course is for newcomers, beginners as well as more experienced. We will learn pronounciation, various greetings, to say short sentences and what we jointly feel is necessary. The purpose of the course is also to understand the Faroese society better. The only thing you need is a pen, paper and curiosity. When: Tuesday at […]
Á hesum skeiði fær hvør næmingur spælt tann tónleik á gittara, hann hevur áhuga fyri. Skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og meira roynd. Tað er einstaklingaundirvísing, har hvør næmingur hevur 25 minuttir saman við læraran hvørja viku. NB: Møguleiki má vera hvørjaferð at kunna venja heima til næstu ferð. Nær: Týskvøld kl. 17:00 – 21:00
kr. 500
Á hesum skeiði fær hvør næmingur spælt tann klavertónleik, hann hevur áhuga fyri, nótar ella akkordir. Skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og meira roynd. Tað er einstaklingaundirvísing, har hvør næmingur hevur 25 minuttir saman við læraranum hvørja viku. NB: Møguleiki má vera hvørjaferð at kunna venja heima til næstu ferð. Tíðspunkt: Týskvøld ella hóskvøld millum […]
kr. 500
This service is for pupils whose one or both parents are not from the Faroe Islands. Parents are also welcome. Students meet right after school. If you have any questions, please call Tórhild on tel. 273329. When: Mondays and Tuesdays 11:30 – 13:30 Where: The school in Leirvík, class room 12 (entrance is […]
Hetta er undirvísing fyri vaksin, ið eru orðblind, lesi- ella skriviveik. Somuleiðis kunnu foreldur at orðblindum, lesi- ella skriviveikum koma á skeiðið. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboðum so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í smærri bólkum. […]
Undirvísingin er ætlað børnum í 3. flokki og eldri. Undirvísing í hjálpiamboðum til orðblind/lesiveik. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboðum so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í smærri bólkum. Tíðspunkt: Eftir avtalu við undirvísara Prísur: Ókeypis
Her sleppur tú at flenna og at fáa sveittan fram. Dentur verður lagdur á ymiskar dansir. Mánakvøld kl. 20:00 - 21:30
kr. 500
Dentur verður lagdur á brodering av vestinum til føroysk klæðir Nær: 3., 4., 5.,10. og 11. november
kr. 300
Á hesum skeiði fara vit at brúka ta nýggju útgerðina, Tindaneystið hevur at bjóða. Rógving er ein munagóður og skynsamur háttur at røra seg, har allur kroppurin verður brúktur. Rógving hevur samstundis tann stóra fyrimunin, at møguligt er at tillaga torleikastigið so júst tú fær sum mest burturúr. Skeiðið er bæði fyri kvinnur og menn. […]
kr. 500
Kom og royn teg í linedans. Ein stuttligur og lættur dansiháttur, har øll dansa í linju við somu rørslum. Tær nýtist ongan makkara, og tú fært bæði rørt teg og havt tað hugnaligt saman við øðrum. Passar væl til bæði nýbyrjarar og roynd. Nær: Mánakvøld klokkan 19:00 - 20:00
kr. 500
Fá ullina millum hendurnar, syng eitt skjaldur ella lurta til eina søgu og fá tær ein heitan drekkamunn afturvið. Vit fáast við arbeiðini teimum hugnaligu húsunum Blásastova, ið mangan fyrr í tíðini hava verið karmur um júst sama arbeiði. Dugnalig fólk í kommununi koma at leggja okkum lag á. Undirvísari: Ymiskir, men fyriskipari er Maj-Britt […]
kr. 300
Á hesum skeiðið lærir tú at gera glaslist og ymisk brúksprýði eftir tínum ynski. Undirvísarin kann geva tær hugskot og leggur tær lag á. Nær: 21. okt og allar mikudagar fram til 25. nov. Kl. 18:00 -21:00 Kostnaður: 300 kr. umframt tilfar, ið verður goldið á staðnum
kr. 300
Bókmentir flyta teg inn í annan heim. Tú lesur um lívið hjá øðrum, og fært samstundis møguleikan at grunda um tína egnu tilveru. Tú sleppur á ævintýrferð uttan at keypa flogbillett. Hesin lesiringur er fyri øll, ið hava hug at hugsavna seg - ein trotvøra í dagsins samfelagi. Nær: 21. okt., 18. nov, 13. jan., 10. feb. […]
Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera lekkurt konfekt. Gerið konfekt, ið kann gleða bæði tykkum sjálvi og onnur við. Skeiðið er fyri børn frá skúlaaldri. Ein tilmelding er fyri tveir luttakarar. Nær: Mánadagin 26. oktober kl. 17:00 – 20:00
kr. 300
|
34 events,
Hvat er demens, og hvussu ávirkar sjúkan tann, sum fær hana – og tey, sum eru rundanum? Á hesum skeiðnum fara vit í dýpdina við demens og fáa bæði fakliga vitan, hugleiðingar og amboð, sum kunnu brúkast í gerandisdegnum. Á skeiðnum verða ymiskir undirvísarar og fara vit m.a. at arbeiða við: Sjúkuni demens, samskifti, at […]
kr. 300
|
34 events,
-
So verða barna- og ungdómsveitslur aftur á skránni Í ár verður tað eitt sindur øðrvísi. Vit hava deilt veitslunar í tvey, so at tey yngru eru fyri seg, og tey eldru fyri seg Sí myndirnar niðanfyri fyri tilmelding Vit gleða okkum at síggja nógvar fittar Víkingar, veitsluklødd og í góðum lag G.G.: Tað er ikki […] |
34 events,
-
So verða barna- og ungdómsveitslur aftur á skránni Í ár verður tað eitt sindur øðrvísi. Vit hava deilt veitslunar í tvey, so at tey yngru eru fyri seg, og tey eldru fyri seg Sí myndirnar niðanfyri fyri tilmelding Vit gleða okkum at síggja nógvar fittar Víkingar, veitsluklødd og í góðum lag G.G.: Tað er ikki […] |
33 events, |
33 events, |
34 events,
-
Sunnudagin 1. november 2026 verður minningarhald teirra sjólátnu í Leirvík. Farið verður út á Minnisvarðan kl. 16:00, har kransar verða lagdir. Minningarhaldið verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla kl. 16.30. Árni Jacobsen, Leirvík, flytir fram røðu. |
33 events, |
34 events,
-
Hjartaliga vælkomin til vøggusálmasang við Carlu Josenius Mikkelsen, barnaergoterapeuti, í Leirvíkar kirkju í november Tilmelding á tlf. 223871 Tað verður hesar dagar, kl. 10:00: 3. november 10. november 17. november 24. november |
33 events, |
33 events, |
33 events, |
34 events,
Árliga víkingaveitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík leygarkvøldið 7. november kl. 19:00. Trý rættað matskrá Felagssangur Undirhald Tónleikainnsløg: Sámal Ravnsfjall Jón frá Grandmas Basement Eyðun Nolsøe Dansur við BRIM Keyp atgongumerki til veitsluna i Víkingahúsinum í Sarpugerði mikudagin 28. oktober kl. 19-21. |
33 events, |
34 events,
Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera lekkurt konfekt. Gerið konfekt, ið kann gleða bæði tykkum sjálvi og onnur við. Skeiðið er fyri børn frá skúlaaldri. Ein tilmelding er fyri tveir luttakarar. Nær: Mánadagin 9. november kl. 17:00 – 20:00
kr. 300
|
34 events, |
34 events,
-
Vit spæla borðspøl í Víkingahúsinum í Norðragøtu! Mikukvøldið 11 nov. verður borðspælskvøld Víkingahúsinum í Norðragøtu frá kl. 18:00 til 21:00. Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt kvøld við borðspølum. Tit eru eisini vælkomin at taka borðspøl við! 🎲 Vit vóna at síggja nógv tykkara! |
33 events, |
34 events,
Dansur verður í Losjuni Fríggjakv 13/11 Jonhard tekur sær av tónleikinum Kaffi hugni og prát, øll vælkomin 50 kr |
33 events, |
34 events,
-
Jólamarknaður á Brandstøðini í Leirvík! Sunnudagin 15. november kl. 14.00–18.00 verður aftur hugnaligur jólamarknaður á Brandstøðini í Leirvík. Her verður møguleiki at keypa jólapynt, heimagjørdar vørur, persónligar jólagávur og nógv annað spennandi. Eisini verður ymiskt hugnaligt á skránni fyri bæði børn og vaksin: Kom ein túr við brandbilinum Listaframsýning Jólamyndir Tónleikur og sangløta Kaffi og […] |
33 events, |
33 events, |
33 events, |
33 events, |
35 events,
Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, skulu handfarast og hvussu tú brúkar tær, so tú fært sum mest burturúr. Nær: Fríggjadagin 20 November: 17:00 – 21:00 Leygardagin 21 November: 09:00 – […]
kr. 300
Snildtelefonin hjá tær tekur uttan iva sera góðar myndir. Tað gera allar snildtelefonir í dag, men dugir tú veruliga at brúka tað? Visti tú, at tú kanst fáa tínar myndir og video at síggja topp professionelt út, uttan at keypa nakran dýran eykalut í Elding? Hetta fara vit at arbeiða við á 3-daga byrjanarskeiðinum, har […]
kr. 300
|
36 events,
-
Leygardagin 21. november kl. 16.00 verður bókaframløga á Bátasavninum í Leirvík, har nýggja bókin hjá Árna Jacobsen, „Serstakir steinar í fjøllunum“, verður løgd fram. Bókin er 165 síður og prýdd við heili 275 myndum. Ein spennandi og forvitnislig bók um serstakar steinar í føroysku fjøllunum. Til ber at ogna sær bókina fyri 200 kr. á […] |
35 events, |
34 events, |
34 events, |
34 events,
Henda dagin taka vit allar tær restir fram, ið eru av glasi og vita, hvussu vit kunnu gera flott og serstakt prýði, ið t.d. kann prýða jólaborðið, oyrini ella eina hill um jóladagarnar. Nær: Mánadagin 25. november kl. 17 – 22. Lutirnir skulu avheintast 30. november. Kostnaður: 300 kr. umframt tilfar, ið verður goldið á […]
kr. 300
|
32 events, |
32 events, |
33 events,
-
MARTIN JOENSEN Á BÁTASAVNINUM Leygarkvøldið 28. november kl. 20 fáa vit forkunnuga vitjan í Báta- og Listasavninum. Martin Joensen, ein av okkara mest elskaðu sangskrivarum, kemur at spæla saman við soninum Sakaris og svigarsoninum Ólavi Gaard. Morgun, Ró, Svarti ravnur, Uttan teg... Vit kenna sangirnar. Vit hava sungið teir, lurtað eftir teimum og tikið teir […] |
32 events, |
32 events, |
32 events, |
32 events, |
32 events, |
32 events, |
32 events, |
32 events, |