Avdúking av listaverki og tríbekki
Dato
8. mai
Staður
Kappróðrarneysti í Norðragøtu
Fríggjadagin 8. mai kl. 14.00 verður hátíðarhald í kappróðrarneystinum í Norðragøtu. Her verður listaverk eftir Livari Nysted og tríbekkurin, sum John Høgnesen smíðaði til EuroSkills í september í fjør, avdúkað.
Á skránni verður røða frá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum og vit hoyra Honnu Jensen, forkvinnu í mentanarnevndini, siga nøkur orð. Eisini verður vitjan av umboðum frá Skills Føroyar.
Aftaná verður kaffi og søtt at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Líknandi tiltøk
15.
aug
Upplatingarveitsla Saunadypp
16.
aug
Felags sunnudagsskúli
18.
aug
Fjóskafé
22.
aug
Konsert í Tøting
05.
sep
Finalan um Løgmanssteypið
19.
sep
HOYMA 2026
26.
sep