Loading Events
Tiltøk í Eysturkommunu

Ruddingardagurin 2026

Dato

27. mai

Árligi ruddingardagurin verður mikudagin 27. mai, frá kl. 16:30 til uml. kl. 19:00♻️
Dagurin byrjar við høsnarunga og chips í hesum støðum til øll, ið taka lut í ruddingini.
  • Víkingahúsið í Norðragøtu
  • Økið niðanfyri Missiónshúsið í Leirvík
Síðan verður farið at rudda í og kring bygdirnar frá kl. 17:15 til uml. kl. 19:00. Eftir hetta, verður bjóðað til kaffimunn við onkrum søtum og juice til børnini og hvørt húski fær ein plantupakka við heim🪴
Vit síggjast til ruddingardagin 27. mai 2026!
G.G Um mett verður, at veðrið ikki verður til vildar hetta kvøldið, verður tiltakið flutt.