Events
Calendar of Events
|
Monday
|
Tuesday
|
Wednesday
|
Thursday
|
Friday
|
Saturday
|
Sunday
|
|---|---|---|---|---|---|---|
5 events,
Hvønn morgun mánadag til leygardag um, 10 tíðina, hittast fólk í Lugarinum í Leirvík. Serliga eru tað eldri menn, sum hittast og fáa eitt gott prát um gamlar dagar og um hvat rør seg í samfelagnum. Øll eru vælkomin framvið Lugarið til eitt gott prát og ein kaffimunn.
Síðan Kappróðrarfelagið Tindur varð stovnað í 2017, er áhugin fyri kappróðri í Eysturkommunu vaksin skjótt. Felagið byrjaði við tveimum manningum og hevur felagið í dag 9 manningar og 7 bátar. Bátarnir hjá Tindi halda til í róðrarneystinum á kaiini í Norðragøtu. Manningarnar hava innivenjingar í Leirvík, har rógvimaskinur og amboð til styrkivenjingar eru til taks. […]
Víkingur var stovnað 14. januar 2008. Liðið er ein samanrenning av Gøtu Ítróttarfelag og Leirvíkar Ítróttarfelag. Víkingur hevur stóran týdning fyri Eysturkommunu. Fótbóltsliðið hevur verið við til at styrkja felagsskapin og samanhaldið í báðum bygdinum. Í dag hevur liðið áleið 600 limir. Les meira um Víking á teirra heimasíðu: www.vikingur.fo. Sí venjingartíðir her.
-
öð er ein longsul eftir hita. Ikki hitan, tú kanst máta, men tann, tú merkir, tá onkur verður sitandi eitt sindur longri við borðið. Tá tøgnin ikki skal fyllast út. Tá tónleikur kennist minni sum ein framførsla og meira sum eitt rúm. Aftan fyri verkætlanina stendur framleiðarin og tónaskaldið Benjamin Djurhuus, sum við debutútgávuni öð fyri fyrstu ferð traðkar fram við […] |
4 events, |
4 events, |
4 events, |
4 events, |
12 events,
Frálæran í orgli er einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í orglinum sum solo-ljóðføri. Undirvísari: Símun Hammer Tlf. 566600 Teldupost adr. simun@vrg.fo
Frálæran í klaveri er einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Eftir vegleiðing frá læraranum keypur næmingurin nótar til frálæruna. Tað er týdningarmikið at næmingurin dámar og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Undirvísarar: Jón Eliasesen 289827 tonlistaskulin@eystur.fo Petur Martin Johannesen 589972 mailapetur@gmail.com
Frálæran í floytu er einstaklingafrálæra, kann tó vera í minni bólkum í byrjanini. Dentur verður lagdur á, at læra um floytuna, og at ljóðið kemur fram, tá luftin rakar á hvassa kantin á munnplátuni og floytan fer at titra. Undirvísingin er skipað sum vikulig undirvísing hjá faklærara í floytuspæli, hálvan tíma hvørja ferð. Undirvísari: […]
At byrja við, fær næmingurin innlit í akkordir, nótar og teori. Byrjunartíðin er við støði í einaundirvísing og kemur næmingurin, tá ið førleikin er til tað, eisini at luttaka í samanspæli. Undirvíst verður í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í gittaranum sum solo-ljóðføri. Undirvísari: Hjalti Bogason Støylen Tlf. 528696 Teldupost adr. hjalti.bogason@gmail.com
Frálæran í el-bass er skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frálæraru í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í bassinum sum solo-ljóðføri. Tó fyri bassleikaran er samanspæl sera týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl. Undirvísari: Jón Eliassen Tlf. 730072 Teldupost adr. tonlistaskulin@eystur.fo
Frálæran í trompet, kornett og trombon er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í eini námsæltan, sum hevur innbygd menningarstig. Undirvísari: Kjell Orseth Tlf. 228288 Teldupost adr. kjell_orseth@hotmail.com |
|
11 events, |
11 events,
-
Mikukvøldið 12.august kl 19:00 verður fyrilestur í Glyvrahanusarhúsi. Fyrilestrahaldari: Sigfríður Joensen Sigfríður hevur granskað fótbóltssøguna í Gøtu 100 ár við skipaðum fótbólti 1926 varð NGB-Norðragøtu Bóltfelag-stovnað 1940 varð GÍ stovnað 2008 varð lagt saman við LÍF, og Víkingur sá dagsins ljós Øll eru vælkomin Gøtu Fornminnisfelag |
11 events,
-
Suanadypp bjóðar til upplatingarveitslu, í sambandi við at tey lata alment upp, leygardagin 15. august, kl. 13.30 í Saunadypp í Leirvík. "Vit grilla pylsir, bjóða drykkivørur og snacks til vaksin og børn. Afturat hesum verður saunain tendra og hitapotturin frá. Tað verður opið saunagos fyri tey sum hava hug og møguleiki fyri at dyppa og […] |
11 events,
-
Sunnudagin 16. august kl. 13:00 skipa Hebron og Missónshúsið í Leirvík fyri felags sunnudagsskúla á fótbóltsvøllinum í Leirvík. |
|||
11 events, |
13 events,
Aftur í ár verður bátahugni í Leirvík. Longu eru fleiri bátar tilmeldaðir, men enn eru nøkur pláss eftir. Bátar og húsvognar kunnu melda seg til á tlf. 598525 Emily ella tlf. 223229 Jákup Jóhannus.
Seglskipini koma til Leirvíkar - undirhald til øll á havnarlagnum Kom til eina hugnaliga løtu við mati, aktivitetum og undirhaldi á havnarlagnum í Leirvík, tá ið føroysku seglskipini koma til Leirvíkar, fríggjadagin 21. august. Tiltakið er ókeypis og vitjandi fáa bjóðað suppu og sneisabreyð. Ókeypis atgongt er til dansin, har til ber at keypa okkurt leskandi. Øll […]
-
Vælkomin til kvinnukvøld fríggjakvøld 17:30-19:30 Leinkja til heimasíðu: saunadypp.fo – Føroya fyrsta og einasta flótandi sauna |
12 events,
-
***Leygarkvøldið 22. Aug. kl. 20.30 í Tøting*** atgongumerki.fo Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Grót) fáast á atgongumerki.fo ella við dyrnar frá kl. 20.00. Tey ið eru 18 ár og yngri, hava ókeypis atgongd. GØ: Ólavur Eyðunsson Gaard (gittar), Kristian Pauli Ellefsen (tangentar), Árni Jóhannesson (bass), Hjørtur Háberg (trummur), Sjúrður […] |
||||
11 events,
-
Hóskvøldið 27. august verður konsert í Báta- og Listasavninum við Guðrið Hansdóttir. Atgongumerki kunnu keypast her: atgongumerki.fo G.G. sera avmarkað atgongd er til konsertina. |
11 events,
Dansur verður í Losjuni Fríggjakvældið 28/8. Jonhard tekur sær av tónleikinum Kaffi, kakur, hugni og prát. Kostnaður 50 kr |
12 events,
-
Saunagos, hitapottur, drykkivørur, snacks og mangt annað!! Síggjast til mannfólkakvøld í Saunadypp! Leinkja til heimasíðu: saunadypp.fo – Føroya fyrsta og einasta flótandi sauna |
||||
11 events,
-
Hjartaliga vælkomin til vøggusálmasang við Carlu Josenius Mikkelsen, barnaergoterapeuti, í Gøtu kirkju í septembur Vit gera stimbrandi rørslur við pinkubørnunum, syngja barnasálmar og -sangir, hava andakt og aftaná verður drekkamuður í kirkjukjallarinum. Tilmelding á tlf. 223871 Tað verður hesar dagar, kl. 10:00: 1. september 8. september 15. september 22. september 29. september |
11 events,
-
Leygardagin 5. september verður finalan um Løgmanssteypið hjá monnum spæld á Tórsvølli. Víkingur spælir í móti KÍ kl. 19:00. Atongumerki kann keypast á: atgongumerki.fo |