Events
Calendar of Events
|
Monday
|
Tuesday
|
Wednesday
|
Thursday
|
Friday
|
Saturday
|
Sunday
|
|---|---|---|---|---|---|---|
10 events,
Víkingur var stovnað 14. januar 2008. Liðið er ein samanrenning av Gøtu Ítróttarfelag og Leirvíkar Ítróttarfelag. Víkingur hevur stóran týdning fyri Eysturkommunu. Fótbóltsliðið hevur verið við til at styrkja felagsskapin og samanhaldið í báðum bygdinum. Í dag hevur liðið áleið 600 limir. Les meira um Víking á teirra heimasíðu: www.vikingur.fo. Sí venjingartíðir her.
Frálæran í orgli er einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í orglinum sum solo-ljóðføri. Undirvísari: Símun Hammer Tlf. 566600 Teldupost adr. simun@vrg.fo
Frálæran í klaveri er einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Eftir vegleiðing frá læraranum keypur næmingurin nótar til frálæruna. Tað er týdningarmikið at næmingurin dámar og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Undirvísarar: Jón Eliasesen 289827 tonlistaskulin@eystur.fo Petur Martin Johannesen 589972 mailapetur@gmail.com
Frálæran í floytu er einstaklingafrálæra, kann tó vera í minni bólkum í byrjanini. Dentur verður lagdur á, at læra um floytuna, og at ljóðið kemur fram, tá luftin rakar á hvassa kantin á munnplátuni og floytan fer at titra. Undirvísingin er skipað sum vikulig undirvísing hjá faklærara í floytuspæli, hálvan tíma hvørja ferð. Undirvísari: […]
At byrja við, fær næmingurin innlit í akkordir, nótar og teori. Byrjunartíðin er við støði í einaundirvísing og kemur næmingurin, tá ið førleikin er til tað, eisini at luttaka í samanspæli. Undirvíst verður í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í gittaranum sum solo-ljóðføri. Undirvísari: Hjalti Bogason Støylen Tlf. 528696 Teldupost adr. hjalti.bogason@gmail.com
Frálæran í el-bass er skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frálæraru í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í bassinum sum solo-ljóðføri. Tó fyri bassleikaran er samanspæl sera týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl. Undirvísari: Jón Eliassen Tlf. 730072 Teldupost adr. tonlistaskulin@eystur.fo
Frálæran í trompet, kornett og trombon er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í eini námsæltan, sum hevur innbygd menningarstig. Undirvísari: Kjell Orseth Tlf. 228288 Teldupost adr. kjell_orseth@hotmail.com |
11 events,
-
Hjartaliga vælkomin til vøggusálmasang við Carlu Josenius Mikkelsen, barnaergoterapeuti, í Gøtu kirkju í septembur Vit gera stimbrandi rørslur við pinkubørnunum, syngja barnasálmar og -sangir, hava andakt og aftaná verður drekkamuður í kirkjukjallarinum. Tilmelding á tlf. 223871 Tað verður hesar dagar, kl. 10:00: 1. september 8. september 15. september 22. september 29. september |
11 events,
-
Leygardagin 5. september verður finalan um Løgmanssteypið hjá monnum spæld á Tórsvølli. Víkingur spælir í móti KÍ kl. 19:00. Atongumerki kann keypast á: atgongumerki.fo |
||||
11 events,
AFTER HOURS spæla til dans í Losjuni fríggjakvøldið 25/9 frá kl. 22.30-01.00 Kaffi, køkur, hugni og prát. Kostnaður: 180 kr. |
12 events,
-
Leygardagin 19. september verður HOYMA aftur. Tvey tey seinastu árini hevur HOYMA verið útselt, og eisini í ár verða einans 300 atgongumerki sett til sølu. HOYMA var upprunaliga tiltakið, sum setti gongd á eitt hugtak, ið síðan hevur breitt seg nógv. Í Føroyum eru fleiri líknandi tiltøk sprottin fram – t.d. Húsagonga, Válan, Hitt á Glyvrum, Heima og […]
-
Leygarkvøldið 19. septembur kl. 19, verður skipað fyri eydnuhjóli á brandstøðini í Leirvík, til frama fyri Leirvíkar missiónshús. Umframt eydnuhjól verður eisini tombola, fiskibrunnur og søla av kaffi, te og vaflum. |
|||||
11 events,
-
Fjós-Bit við Høgna Lisberg verður 26. sep kl 20.00 til uml 23.00 á Varmakeldugarðinum. Góður tónleikur og okkurt til matna. Kostnaðurin er 390,- Bílegg pláss við at senda t-post til booking@varmakelda.fo. Gjaldast skal við bílegging. G.G.: Tað er avmarkað pláss. |
||||||
11 events,
At telva er væl umtókt í Eysturkommunu - bæði hjá børnum og vaksnum. Á hesum skeiði lærir tú talv frá grundini, um tú ert nýggjur, og tú fært eisini avbjóðingar og uppgávur, ið passa til títt støði, um tú longu hevur royndir frammanundan. Tíðspunkt: Mikudagar kl. 17:00 - 19:00
kr. 500
|
11 events,
Á hesum skeiði lærir tú at brúka bindimaskinuna til alskins arbeiði og undirvísarin hjálpir tær gjarna við íblástri. Ella kanska tú hevur okkurt arbeiði, ið bara hevur ligið óliðugt – inntil nú. Nær: 2.-3. og 23.-24. okt., 13.-14. nov., 15.-16. jan., 12.-13. feb. og 12.-13. mars. Klokkan: Fríggjakvøld 17:00 - 22:00 og leygardagar 10:00 – […]
kr. 500
|