Aftur í ár verður farið uppá gólv við barnadansinum. Her verða lættar vísur, styttri sangir og annað, ið er serliga hóskandi hjá børnum á skránni. Í ár verða nøkur kvøld serlig “dansispølskvøld”. Hetta verður lýst nærri og hesi kvøldini eru øll vælkomin. Afturat hesum er ætlanin, at barnadansurin í Eysturkommunu í vetur fer á vitjan […]
This course is for newcomers, beginners as well as more experienced. We will learn pronounciation, various greetings, to say short sentences and what we jointly feel is necessary. The purpose of the course is also to understand the Faroese society better. The only thing you need is a pen, paper and enthusiasm. The course is […]
Undirvísing í hjálpiamboðum til orðblind/lesiveik. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboðum so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í smærri bólkum. Tíðspunkt: Eftir avtalu við undirvísara
Hetta er undirvísing fyri vaksin, ið eru orðblind, lesi ella skriviveik. Somuleiðis kunnu foreldur at orðblindum, lesi ella skriviveikum koma á skeiðið. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboðum so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í smærri bólkum. […]
Hetta er eitt skeið, sum hjálpir tær at koma í betri form og fáa ein betri lívskvalitet ígjøgnum venjing. Á hesum skeiði fært tú eitt sindur av øllum – BodyBalance, Pilates og Slim venjingar, búkvenjing og eitt sindur av Zumba Mix og Styrki (nakrir fáir dansir). Tíðspunkt: Mánakvøld kl. 19:00 - 21:00 og mikumorgnar kl. […]
Aftur í ár verður farið uppá gólv við barnadansinum. Her verða lættar vísur, styttri sangir og annað, ið er serliga hóskandi hjá børnum, á skránni. Í ár verða nøkur kvøld serlig “dansispølskvøld”. Hetta verður lýst nærri og hesi kvøldini eru eisini øll vælkomin. Umframt at dansa saman, verða hugnakvøld og pitsakvøld og vit fara […]
Bæði gentur og dreingir hava her møguleikan at syngja við í einum kóri, ið er skipað av leiðandi kreftum frá Gøtu Kirkju Ungdómskóri. Málið er, at øll læra at brúla røddina so tíðliga sum gjørligt og soleiðis skapa grundarlag fyri eini góðari sangrødd, tá ein gerst eldri. Símun Hammer, kórleiðari og organistur í Gøtu kirkju, […]
Í dramaskúlanum lærir tú alt, sum tær tørvar at vita og duga, tá tú skal spæla sjónleik. Vit spæla nógv dramaspøl og hava góðar og stuttligar venjingar sum læra tykkum at duga og tora at traðka fram á pallin og spæla sjónleik. Vit bjóða eisini familju, vinum og øðrum at síggja onkran leik, sum […]
Á hesum skeiði fær hvør næmingur spælt tann klavertónleik, hann hevur áhuga fyri, nótar ella akkordir. Skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og meira roynd. Tað er einstaklingaundirvísing, har hvør næmingur hevur 25 minuttir saman við læraran hvørja viku. NB: Møguleiki má vera hvørjaferð at kunna venja heima til næstu ferð. Tíðspunkt: Týskvøld ella hóskvøld millum […]
Á hesum skeiði lærir tú alt, sum tær tørvar at vita og duga, tá tú skal spæla sjónleik. Vit hava venjingar sum skulu læra okkum at duga og tora at traðka fram á pall og framføra. Vit fara at arbeiða við einum ungdómsleiki, sum vit fara at framføra, um sjónleikararnir ynskja tað. Møguleiki […]
Til drama menna vit skapandi gávur okkara gjøgnum venjingar, spøl og improvisatiónir. Samstundis venja vit hugsavning, spontanitet, hugflog og okkara minni. Tað er ikki neyðugt at hava nakrar royndir. Vit leggja stóran dent á at skapa eitt trygt og jaligt umhvørvi við góðum felagsskapi, frælsi og látri í dramaskúlanum, tí tað er grundleggjandi neyðugt at […]
Á hesum skeiðnum fær hvør næmingur spælt tann klavertónleik, hann hevur áhuga fyri, nótar ella akkordir. Skeiðið er bæði fyri óroynd og meira roynd. Tað er einstaklingaundirvísing, har hvør næmingur venur 25 minuttir saman við læraranum hvørja viku. NB: Møguleiki má vera at kunna venja heima Nær: Týskvøld og hóskvøld kl. 17-21 (Eftir nærri avtalu)
Á hesum skeiði fær hvør næmingur spælt tann tónleik á guittara, hann hevur áhuga fyri. Skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og meira roynd. Tað er einstaklingaundirvísing, har hvør næmingur hevur 25 minuttir saman við læraran hvørja viku. NB: Møguleiki má vera hvørjaferð at kunna venja heima til næstu ferð. Tíðspunkt: Mikukvøld kl. 17:00 - 21:00
At telva er umtókt í Eysturkommunu, bæði hjá eldri fólki og hjá børnum. Á hesum skeiði lærir tú, hvussu spælið er uppbygt og tú fær talvuppgávur, ið passa til tít torleikastig, at royna at loysa. Tíðspunkt: Mikudagar kl. 18:00-19:00
At telva er umtókt í Eysturkommunu, og á hesum skeiðið lærir tú meira um tað, ið tú dugur frammanundan. Tú fær nýggjar avbjóðingar og tú talvuppgávur, ið passa til tít torleikastig. Tíðspunkt: Mikudagar klokkan 17:00-18:00
Á hesum skeiðnum fær hvør næmingur spælt tann tónleik á gittara, hann hevur áhuga fyri. Skeiðið er bæði fyri óroynd og meira roynd. Hetta er einstaklingaundirvísing, har hvør næmingur venur 25 minuttir saman við læraran hvørja viku. NB: Møguleiki má vera at kunna venja heima Nær: Týskvøld kl. 17-21 Eftir nærri avtalu.
At telva er væl umtókt í Eysturkommunu - bæði hjá børnum og vaksnum. Á hesum skeiðnum lærir tú talv á tínum støði, um so tú hevur royndir frammanundan ella er púra óroyndur. Tíðspunkt: Mikudagar kl. 17:00 - 19:00 Prísur: 500 Kr.
Venjingarnar styrkja um konditiónina og vøddastyrkina, betra kropsins javnvág og kunnu uppá henda hátt fyribyrgja falli. Umframt hetta stuðlar tað at røra seg undir vælveru og lívsgleði. Tíðspunkt: Hósdagar kl. 15:00-16:00 Skeiðið er í samstarv við Fuglafjarðar kvøldskúla, ffk.fo Tilmelding fer fram hjá ffk.fo
Á hesum skeiði ert tú sjálv/-ur ein partur av einum hugnaligum kvøldi, har tit gera mat saman, dekka borð og eta saman og rudda, vaska og pakka saman aftaná. Tíðspunkt: 24. oktober, 12. desember, 6. februar og 27. mars Øll kvøldini byrja klokkan 17:30
Kom og royn teg í line dance. Ein stuttligur og lættur dansiháttur, har øll dansa eftir rekkju við somu rørslum. Tær nýtist ongan maka, og tú fært bæði rørt teg, og havt tað hugnaligt saman við øðrum. Passar væl til bæði nýbyrjarar og roynd. Nær: Mánakvøld: 21:30 – 22:30
Við vatnfimleiki og svimjng, á tínum støði, er møguleiki at gera rørslur, ið stiðja, mýkja og styrkja allar vøddabólkar. Her er ikki neyðugt at duga at svimja ella føla seg tryggan í vatninum - øll kunnu vera við. Tíðspunkt: Leygardagar frá kl. 11:00
Venjingarnar styrkja um konditiónina og vøddastyrkina, betra kropsins javnvág og kunnu uppá henda hátt fyribyrgja falli. Umframt hetta stuðlar tað at røra seg undir vælveru og lívsgleði. Nær: Hósdagar kl. 16:00 -17:00
Á skeiðinum lærir tú at garva títt egna seyðaskinn við alúndeiggi soleiðis, at tú kanst varðveita tað og brúka tað t.d. sum prýði. Á hesum skeiði fara vit somuleiðis at lita tað liðugtgarvaða skinnið. NB: Luttakararnir finna sær og salta sítt egna seyðaskinn í heyst og goyma tað til skeiðsbyrjan. Somuleiðis taka luttakararnir sjálvir hóskandi […]
Á hesum skeiði lærir tú at gera glaslist og ymisk brúksprýði eftir tínum ynski. Undirvísarin kann geva tær hugskot og leggur tær lag á. Tíðspunkt: Skeiði verður eftir jól, nærri kunning seinni.
Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, skulu handfarast og hvussu tú brúkar tær, so tú fært sum mest burturúr. Tíðspunkt: Hetta skeiðið verður tveir dagar í februar, eftir avtalu.
Sunnudagin 2. februar verður tónleikur, myndir og frásagnir í Báta- og Listasavninum í Leirvík. Monika Stauss Joensen á violin og Jón Eliassen á flygil spæla fjølbroyttan klassiskan tónleik. Árni Jacobsen greiðir frá vøkrum myndum úr Føroyum og Leirvík. Kostanður: 80 kr. (børn fría atgongd). Kaffi, te og okkurt gott afturvið er íroknað. Øll eru hjartaliga […]
Filmsgerð við telefonini er eitt skeið til tín, ið ynskir at betra um tíni evnir at taka filmar við telefonini og at viðgera teir aftaná. Á skeiðinum verður fyrst tosað um teoriina aftanfyri filmsgerð og seinni fara vit yvir til tað praktiska, har vit taka filmar upp úti og runt í bygninginum. Tann síðsti parturin […]
Tónleikabólkurin PLAY BOYS, við James Olsen á odda, kemur at spæla orkuríkan og svingandi tónaleik, m.a. Steve Wonder, Donald Fagen, Natalie Cole, George Benson og mangt annað. Teir eru glaðir spælarar, sum ikki smæðast at improvisera ella siga eina stuttliga søgu, við ella uttan ljóðførið. Ása Helena Brynjarsdóttir (ASA) eitur tann føroysk-íslendska songkvinnan, sum við […]
Sunnudagin 9. februar kl. 15.00 bjóðar Bygdarhúsið í Leirvík til Sólarkaffi. Eins og undanfarnu árini verður bjóðað til stórt køkuborð við køkum, sum bygdarfólkið letur. Árni Jacobsen vísir fram myndir og eitt Elduvíkskrov verður lutað burtur.
Missiónsvikan hjá Bethania verður í kirkjukjallaranum í døgunum 16. til 23. februar (sí skrá). Øll eru hjartaliga vælkomin! SUNNUDAGIN 16. FEBRUAR Kl. 16:00 Familjumøti við heimligum kreftum. Innsavnan til sunnudagsskúlan. Nátturði verður at fáa eftir møtið. TÝSDAGIN 18. FEBRUAR Kl. 19:30 Møti við Hera Kjærbo. Gospelkórið Lanterna framførir. MIKUDAGIN 19. FEBRUAR Kl. 19:30 Møti við […]
Hetta skeiðið er ætlað børnum, sum vilja kenna fuglarnar, vit vanliga síggja í fjøruni og urtagarðinum. Vit læra fuglanøvn og fuglaljóð, at gera fuglafóður, at brúka kikara og at fáa eyga á fuglarnar. Endamálið er at fáa størri gleði av at vera í náttúruni og at deila hesa gleði saman við einum, man er góður […]