Drama (13 ár og eldri)
Byrjanardato
22. oktober
Endadato
15. apríl
Staður
Losjan Glotti, við Gøtugjógv
Undirvísari
Noomi Reinert
Á hesum skeiði lærir tú alt, sum tær tørvar at vita og duga, tá tú skal spæla sjónleik.
Vit hava venjingar sum skulu læra okkum at duga og tora at traðka fram á pall og framføra. Vit fara at arbeiða við einum ungdómsleiki, sum vit fara at framføra, um sjónleikararnir ynskja tað.
Møguleiki er eisini at samstarva við sjónleikafelagið, sum fer at framføra jólaleikin “Pippi heldur jól” í november.
Fyri at tora at framføra sjónleik, er neyðugt at kenna seg væl og tryggan. Hetta er júst høvuðsendamálið á skeiðnum.
NB: Um luttakarin hevur tørv á stuðli í skúlanum, er eisini neyðugt at hava stuðul við á hetta skeiðið.
Tíðspunkt: Týsdagar kl. 19-21
Kostnaður: 500 kr.
Líknandi kvøldskúlaskeið
20.
nov
Dreya (1.skeið)
20.
nov
Ger filmar við fartelefonini
25.
nov
Glaslist - jólatema
11.
jan
-
19.
mar
Garva
01.
apr
Koyrikort til prutl
01.
apr
Seyma buksur til føroysk klæðir
22.
apr