Fuglaskeið fyri tvey ættarlið
Dato
Februar
Staður
Eftir avtalu
Undirvísari
Rebekka Jensen
Hetta skeiðið er ætlað børnum, sum vilja kenna fuglarnar, vit vanliga síggja í fjøruni og urtagarðinum. Vit læra fuglanøvn og fuglaljóð, at gera fuglafóður, at brúka kikara og at fáa eyga á fuglarnar. Endamálið er at fáa størri gleði av at vera í náttúruni og at deila hesa gleði saman við einum, man er góður við. T.d saman við einum foreldri, ommu, abba ella einum gubba.
NB: Skeiðið verður bæði inni og úti.
NB: Barnið skal kunna lurta og tiga, tá tað er neyðugt. T.d. at vera friðarligt, tá vit eru úti og leita eftir fugli.
Tíðspunkt:
Tríggjar leygarmorgnar kl. 10-12 í februar/mars.
Møguliga verður ein longri fuglatúrur í mars/apríl eisini.
Ein tilmelding = tvey fólk
Kostnaður: 300 kr.
Líknandi kvøldskúlaskeið
20.
nov
Dreya (1.skeið)
20.
nov
Ger filmar við fartelefonini
25.
nov
Glaslist - jólatema
11.
jan
-
19.
mar
Garva
01.
apr
Koyrikort til prutl
01.
apr
Seyma buksur til føroysk klæðir
22.
apr