Aftur í ár verður farið uppá gólv við barnadansinum. Her verða lættar vísur, styttri sangir og annað, ið er serliga hóskandi hjá børnum á skránni. Í ár verða nøkur kvøld serlig “dansispølskvøld”. Hetta verður lýst nærri og hesi kvøldini eru øll vælkomin. Afturat hesum er ætlanin, at barnadansurin í Eysturkommunu í vetur fer á vitjan […]
Aftur í ár verður farið uppá gólv við barnadansinum. Her verða lættar vísur, styttri sangir og annað, ið er serliga hóskandi hjá børnum, á skránni. Í ár verða nøkur kvøld serlig “dansispølskvøld”. Hetta verður lýst nærri og hesi kvøldini eru eisini øll vælkomin. Umframt at dansa saman, verða hugnakvøld og pitsakvøld og vit fara […]
Bæði gentur og dreingir hava her møguleikan at syngja við í einum kóri, ið er skipað av leiðandi kreftum frá Gøtu Kirkju Ungdómskóri. Málið er, at øll læra at brúla røddina so tíðliga sum gjørligt og soleiðis skapa grundarlag fyri eini góðari sangrødd, tá ein gerst eldri. Símun Hammer, kórleiðari og organistur í Gøtu kirkju, […]
Hvørt mánakvøld kl. 19.30 er bingo í bygdarhúsinum í Leirvík. Tað er Fjallið, sum skipar fyri. Møguleiki er at keypa bingoblokkar og bygdarhúsið hevur bingo plátur til láns. Kaffi og køka er at fáa í pausuni. Øll eru vælkomin í bygdarhúsið at spæla bingo.
Hvønn morgun mánadag til leygardag um, 10 tíðina, hittast fólk í Lugarinum í Leirvík. Serliga eru tað eldri menn, sum hittast og fáa eitt gott prát um gamlar dagar og um hvat rør seg í samfelagnum. Øll eru vælkomin framvið Lugarið til eitt gott prát og ein kaffimunn.
Á bókasøvninum í skúlunum í Leirvík og Gøtu, kanst tú læna eitt hav av ymiskum bókum. Til tíðir verður eisini skipað fyri ymisk tilboð, so sum lestrarframløgur. Øll eru hjartaliga vælkomin at brúka bókasøvnini. Leirvíkar Bókasavn (Bókasøvnini hava stongt, tá skúlin er í feriu) Mánadagar kl. 16:00 – 18:00 Bókasavnið í Gøtu Mánadagar: […]
Skótabólkurin Leirvíks Páll, ið hann eisini verður nevndur, varð settur á stovn 5. mai 1962. Endamálið er grundað á grundreglur Baden-Powells, ið byggja á patrúljuskipanina. Hetta verður framt gjøgnum skiftandi arbeiðshættir við trúboðan, kristnifrálæru, skótaítrótti, útilívi og øðrum mennandi virksemi, har skift verður millum samarbeiði við onnur og við sjálvstøðugt virksemi hjá tí einstaka. Les […]
Vit bjóða talvvenjing til børn, ung og vaksin í Eysturkommunu. Tað verður eggja til eina hugnaliga samveru, øll eru vælkomin. Vit halda til í gamla barnagarðinum við Gøtugjógv. Kvøldskúlin telvar mikudag kl. 17-19. Gøtu Talvfelag telvar mikudag frá kl. 19. Ábyrgdarpersónur: Petur Páll Mikkelsen
Kórið Eystanljóð er eitt blandað kór, stovnað í 1986. Skráin hjá kórinum er fyrst og fremst sett saman av traditionellum føroyskum og útlendskum kórsangi og nakað av nýtmótans kórsangi. Kórið er eitt opið kór, har øll við áhugað fyri kórsangi kunnu verða við. Vant verður í gamla skúlanum við Gøtugjógv. Eystanljóð venur týskvøld kl. 19:30-21:30. […]
Hvørt hóskvøld kl. 19 í vetrarhálvuni savnast fólk í brandstøðini í Leirvík til sjavs. Umráðandi er at hava ein makkara við sær. Hetta er eitt hugnaligt tiltak, har fólkini kappast og hava tað stuttligt saman. Drekkamunnur er eisini at fáa. Øll eru vælkomin í brandstøðina at spæla sjavs.
Endamál felagsins er at virka fyri, at børn og ung í Eysturkommunu læra at svimja og við áhuga kunnu mennast til kappsvimjarar. Nevndin vil virka fyri, at svimjarar hava best møguligar karmar og – í tøttum samstarvi við foreldur og onnur avvarðandi – at stuðla børnum at røkka sínum málum í svimjingini. Vitja facebook síðuna […]
Skeiðið er fyri tilflytarar, bæði nýbyrjarar og nakað framkomin. Vit læra m.a. úttalu, at siga stuttar setningar og at skilja tað føroyska samfelagið betur. Tað einasta tær nýtist at taka við er pennur, pappír og forvitni. Nær: Mánakvøld 19:00-21:00 Prísur: Ókeypis Lessons in Faroese for newcomers This course is for newcomers, beginners as well […]
Hetta er eitt skeið, sum hjálpir tær at koma í betri form og fáa ein betri lívskvalitet ígjøgnum venjing. Á hesum skeiðnum fært tú eitt sindur av øllum – bodybalance, pilates og slim venjingar, búkvenjing og eitt sindur av styrki og zumba mix. Tíðspunkt: Mánakvøld kl. 19:00 - 21:00 og mikumorgnar kl. 06:00 - 07:00
Hjálp til undirvísing fyri børn, ið ikki hava føroyskt sum fyrsta mál. Øll kunnu luttaka. Support for teaching children who do not have Faroese as their first language. Everyone is welcome to participate. Nær: Týsdag og mikudag kl 13:00-15:00 Prísur: Ókeypis
Hetta er undirvísing fyri børn úr 3. flokki og eldri, ið eru orðblind ella lesi- ella skriviveik. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboð so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í smærri bólkum. Nær: Eftir avtalu Prísur: […]
Hetta er undirvísing fyri vaksin, ið eru orðblind ella lesi- ella skriviveik. Somuleiðis kunnu foreldur at orðblindum ella lesi- ella skriviveikum koma á skeiðið. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboð so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í […]
Til drama menna vit skapandi gávur okkara gjøgnum venjingar, spøl og improvisatiónir. Og samsundis venja vit hugsavning, spontanitet, hugflog og minni okkara. Tað er ikki neyðugt at hava nakrar royndir, og vit leggja stóran dent á, at øll kenna seg væl og trygg við at skapa eitt trygt og jaligt umhvørvi við góðum felagsskapi, fríheit […]
At telva er væl umtókt í Eysturkommunu - bæði hjá børnum og vaksnum. Á hesum skeiðnum lærir tú talv á tínum støði, um so tú hevur royndir frammanundan ella er púra óroyndur. Tíðspunkt: Mikudagar kl. 17:00 - 19:00
Bæði gentur og dreingir hava her møguleikan at syngja við í einum kóri, ið er skipað av leiðandi kreftum frá Gøtu Kirkju Ungdómskóri. Málið er, at øll læra at brúka røddina so tíðliga sum gjørligt og soleiðis skapa grundarlag fyri eini góðari sangrødd, tá ein gerst eldri. Símun Hammer, kórleiðari og organistur í Gøtu kirkju, […]
Á hesum skeiðnum lærir tú at gera glaslist og ymisk brúksprýði eftir tínum ynski. Undirvísarin kann geva tær hugskot og leggur tær lag á. Nær: Skeiðið verður í nýggja árinum Prísur: 300 kr. umframt tilfar, ið verður goldið á staðnum.
Síðan Kappróðrarfelagið Tindur varð stovnað í 2017, er áhugin fyri kappróðri í Eysturkommunu vaksin skjótt. Felagið byrjaði við tveimum manningum og hevur felagið í dag 9 manningar og 7 bátar. Bátarnir hjá Tindi halda til í róðrarneystinum á kaiini í Norðragøtu. Manningarnar hava innivenjingar í Leirvík, har rógvimaskinur og amboð til styrkivenjingar eru til taks. […]
Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, skulu handfarast og hvussu tú brúkar tær, so tú fært sum mest burturúr. Skeiðið er í tveir dagar. Nær: Fríggjadagin 13. februar kl. 17-21 og […]
Víkingur var stovnað 14. januar 2008. Liðið er ein samanrenning av Gøtu Ítróttarfelag og Leirvíkar Ítróttarfelag. Víkingur hevur stóran týdning fyri Eysturkommunu. Fótbóltsliðið hevur verið við til at styrkja felagsskapin og samanhaldið í báðum bygdinum. Í dag hevur liðið áleið 600 limir. Les meira um Víking á teirra heimasíðu: www.vikingur.fo. Sí venjingartíðir her.
Kundi tú hugsa tær at brodera mynstur á vest? Á hesum skeiðnum verður dentur lagdur á brodering av vestinum til tey føroysku klæðini. Minst til at fáa mynstrið áteknað í góðari tíð, so at tað er klárt at fara í gongd, tá skeiðið byrjar. Nær: 17., 18., 19. og 24. og 25. februar kl. […]
Vælkomin á hugnaliga verkstovu at læra at binda siðbundna bundnaturriklæði.Skeiðið er ætlað øllum. Tíð: Mikukvøld 18. feb, 25. feb, 4. mars og 11. mars frá kl. 19 - 21:30 Stað: Lávusarhús, á Bakka 2 í Leirvík Kostnaður: 500,- Undirvísarar: Hallbjørg og Elenora Tilmelding:Hallbjørg tlf. 213324Elenora tlf. 213338
UPPHAV er frásøgn um sorgarleikin, sum rakti Hest 1. apríl 1919, tá ið tveir bátar úr Hesti gingu burtur. Ellivu menn úr Hesti sjólótust henda dagin. Tað var meginparturin av arbeiðsføru monnunum í bygdini. Leikurin er 60 minuttir til longdar. Leikurin verður í Losjuni við Gøtugjógv sunnudagin 1. mars kl. 16. Atgongumerkir kunnu keypast á […]
Røktingarmenn, listafólk og felagssangur Jóan Magnus Rasmussen: Hugleiðir um røktingarmannin Steðgur við drekkamunni. Martin fjallstein: Myndir og hugleiðingar um listafólk og altartalvur t.d. í Leirvík, Gøtu, Klaksvík, Vík, Vestmanna og Hattarvík og teirra sjáldsama uppruna og boðskap. Felagssangur: Jógvan við Keldu situr við klaverið. Øll eru vælkomin til hugnakvøldið. Atgongumerki á 100 kr fáast […]
Lávusarhús opnar hurðarnar fyri nýggjum og forvitnum bindarum 6 mai! Her kanst tú royna at binda við ymiskum sløgum av tógvi, eisini tógv úr føroyskari ull. Tiltakið er ætlað ferðafólkum. Kostnaðurin er 150 kr. Meira info: Whatson
19. Mars kl 19.00 verður tiltakið Seyðaprát á Varmakeldugarðinum. 3 bóndir koma at siga frá sínum seyðahaldið. Kaffi/te og kaka verður at fáa. Kostnaður fyri tiltakið er 125 kr Tilmelding fer fram við at skriva til varmakelda@gmail.com ella ringja/smsa til 227836 G.G tað er avmarkað pláss
Silvurdrongur: Silvurdrongur kemur at spæla í Tøting fyri fyrstu ferð síðani 2018. Tað verður (sum altíð) við spildurnýggjari manning: Hesa ferð eru bólkalimirnir Bárður Reinert Poulsen, Hjørtur P. Háberg og Torleik Mortensen – afturat Trygva Danielsen. Áskoðararnir kunnu vænta eina eksperimenterandi konsert við aldandi løtum millum óró, stuttleika og spakføri. Konsertin er partur av eini […]
Leygarkvøldið 28. mars kl. 20.30 - 21.30 verður heimsfevnandi tiltakið Earth Hour. Í hesum sambandi fara vit í Eysturkommunu at sløkkja gøtuljósini frá klokkan 20.30 - 21.30. Hetta gera vit m.a. fyri at seta sjóneykuna á umhvørvið og jørðina. Øll hava møguleikan at vera við í hesum átaki - tað einasta, tit skulu gera, er […]
Koyrikortið er til AM – lítið prutl. Hetta gevur loyvi at koyra prutl við grønum plátum, hægst loyvda ferð er 30 km/t. Skeiðið er 35 undirvísingartímar p/p. 15 tímar teori, 12 timar venjingarkoyring og 8 tímar fyrstuhjálp. NB: Skeiðsluttakarin skal verða fylltur 15 ár áðrenn 1. juni. Gott, um foreldur eru við fyrsta kvøldið. Takið […]
Listaframsýning við Gøtugjógv um páskirnar 1. og 2. páskadag, verður listaframsýning í fimleikahøllini í skúlanum við Gøtugjógv. Tað eru listafólk úr kommununi, sum sýna sína list fram. Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja listaframsýningina. Opið er: Sunnudagin 5. apríl, páskadag, kl. 15-19 Mánadagin 6. apríl, annan páskadag, kl. 15-19 Framsýningin verður sett páskadag kl. […]