Events
-
-
Filadelfia -
Knit with the locals
LávusarhúsLávusarhús opnar hurðarnar fyri nýggjum og forvitnum bindarum 6 mai! Her kanst tú royna at binda við ymiskum sløgum av tógvi, eisini tógv úr føroyskari ull. Tiltakið er ætlað ferðafólkum. Kostnaðurin er 150 kr. Meira info: Whatson
-
Avdúking av listaverki og tríbekki
Kappróðrarneysti í Norðragøtu Kaiøki, Norðragøta, Faroe IslandsFríggjadagin 8. mai kl. 14.00 verður hátíðarhald í kappróðrarneystinum í Norðragøtu. Her verður listaverk eftir Livari Nysted og tríbekkurin, sum John Høgnesen smíðaði til EuroSkills í september í fjør, avdúkað. Á skránni verður røða frá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum og vit hoyra Honnu Jensen, forkvinnu í mentanarnevndini, siga nøkur orð. Eisini verður vitjan […]
-
Ódnartøk í Norðragøtu
NorðragøtaLeygardagin 9. mai verður Ódnartøk í Norðragøtu. Nærri kunning kemur seinni.
-
Eydnuhjól
Brandstøðin í LeirvíkLeygardagin 9. mai kl. 18.00 hevur Víkingur eydnuhjól á Brandstøðini í Leirvík! Nógvir góðir vinningar
-
Hamferð í Tøting
TøtingFríggjadagin 15 Mai kl. 21:00 verður konsert við Hamferð í Tøting. Atgongumerki kann keypast á atgongumerki.fo
-
Næmingakonsert hjá Tónlistaskúlanum
Skúlin í LeirvíkTann 19. mai verður árliga næmingakonsertin hjá Tónlistaskúlanum í miðhøllini í Leirvíkar skúla kl. 17:00. Til konsertina fara næmingarir at vísa framm tað, sum teir hava lært ígjøgnum hettar musikkskúlaárið. Hettar verður gjørt við bæði solo framførlsum og eisini samanspælið. So kom og njót eina hugnaliga og musikkalska løtu saman við okkum í Eysturkommunu Tónlistaskúla.
-
Søla av frátiknum bókum
Bókasavnið við Gøtugjógv Við Gjónna 4, Gøtugjógv, Faroe IslandsTýsdagin 19.mai kl.17-20 verður søla av frátiknum bókum í bókasavninum við Gøtugjógv. Bøkurnar verða seldar fyri 5,- stk. Einans kontant søla.
-
Sølumarknaður
Víkingahúsinum í NorðragøtuMikudagin 20. mai verður sølumarknaður í Víkingahúsinum í Sarpugerði. Her kanst tú fáa bundin pløgg, prýðislutir, lampur úr igulker, trælutir, souvenirs og mangt annað. Sølumarknaðurin er frá kl 13-18 og øll eru hjartaliga vælkomin!
-
Ruddingardagurin 2026
Árligi ruddingardagurin verður mikudagin 27. mai, frá kl. 16:30 til uml. kl. 19:00 Dagurin byrjar við høsnarunga og chips í hesum støðum til øll, ið taka lut í ruddingini. Síðan verður farið at rudda í og kring bygdirnar frá kl. 17:15 til uml. kl. 19:00. Eftir hetta, verður bjóðað til kaffimunn við onkrum søtum og […]
-
-
Familjudagar í víkingatíð 5.-7. juni
Gamli skúli í LeirvíkÍ døgunum 5.–7. juni verður Gamli skúli í Leirvík karmur um spennandi familjudagar í víkingatíð, samstundis sum ein forkunnug framsýning letur upp fyri almenninginum. Framsýningin tekur støði í fornlutum úr útgrevstrinum á Toftanesi, sum avdúkaði meira enn 3.000 ymiskar lutir úr víkingatíð – millum annað teir, ið verða at síggja á framsýningini. Í sambandi við […]
-
Dansur í Losjuni
Losjan Glotti, við GøtugjógvVíkas spæla til Dansin Fríggjakvøldið 5. juni í Losjuni við Gøtugjógv kl. 22:00 - 01:00 Kaffi, hugni og prát, øll vælkomin. Kostnaður 150 kr