• Sjokulátakonfekt (2. skeið)

    Skúlin við Gøtugjógv, køkurin

    Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera lekkurt konfekt. Gerið konfekt, ið kann gleða bæði tykkum sjálvi og onnur við. […]

    kr. 300
  • Søguløta

    Bókasavnið við Gøtugjógv Við Gjónna 4, Gøtugjógv, Faroe Islands

    Týsdagin 10. november kl. 10 verður søguløta á bókasavninum við Gøtugjógv. Vár Berghamar Jacobsen lesur úr bókini Luddi og Lundisa spæla krógva og blunda. Øll eru hjartaliga vælkomin!

  • Borðspælskvøld

    Víkingahúsinum í Norðragøtu

    Vit spæla borðspøl í Víkingahúsinum í Norðragøtu! Mikukvøldið 11 nov. verður borðspælskvøld Víkingahúsinum í Norðragøtu frá kl. 18:00 til 21:00. Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt kvøld við borðspølum.  […]

  • Dansur í Losjuni

    Losjan Glotti, við Gøtugjógv

    Dansur verður í Losjuni Fríggjakv 13/11 Jonhard tekur sær av tónleikinum Kaffi hugni og prát, øll vælkomin 50 kr

  • Jólamarknaður á brandstøðini

    Brandstøðin í Leirvík

    Jólamarknaður á Brandstøðini í Leirvík! Sunnudagin 15. november kl. 14.00–18.00 verður aftur hugnaligur jólamarknaður á Brandstøðini í Leirvík. Her verður møguleiki at keypa jólapynt, heimagjørdar vørur, persónligar jólagávur og nógv […]

  • Dreya (1.skeið)

    Skúlin við Gøtugjógv, smíðstovan

    Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, […]

    kr. 300
  • Ger filmar við fartelefonini

    Skúlin í Leirvík

    Snildtelefonin hjá tær tekur uttan iva sera góðar myndir. Tað gera allar snildtelefonir í dag, men dugir tú veruliga at brúka tað? Visti tú, at tú kanst fáa tínar myndir […]

    kr. 300
  • Bókaútgáva á Bátasavninum

    Báta- og Listasavnið

    Leygardagin 21. november kl. 16.00 verður bókaframløga á Bátasavninum í Leirvík, har nýggja bókin hjá Árna Jacobsen, „Serstakir steinar í fjøllunum“, verður løgd fram. Bókin er 165 síður og prýdd […]

  • Jólaklipp

    Bókasavnið í Leirvík

    Mánadagin 23. november kl. 16:00 - 19:00 bjóðar Leirvíkar bókasavn til Jólaklipp í miðhøllini í Leirvíkar skúla. Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við.  

  • Søguløta

    Bókasavnið við Gøtugjógv Við Gjónna 4, Gøtugjógv, Faroe Islands

    Týsdagin 24. november kl. 17 verður søguløta á bókasavninum við Gøtugjógv. Betta á Dalinum kemur at lesa úr bókini Heimalambið Nella. Øll eru hjartaliga vælkomin.

  • Glaslist – jólatema

    Skúlin við Gøtugjógv, 1929 skúlin

    Henda dagin taka vit allar tær restir fram, ið eru av glasi og vita, hvussu vit kunnu gera flott og serstakt prýði, ið t.d. kann prýða jólaborðið, oyrini ella eina […]

    kr. 300
  • Konsert við Martini Joensen

    Báta- og Listasavnið

    MARTIN JOENSEN Á BÁTASAVNINUM Leygarkvøldið 28. november kl. 20 fáa vit forkunnuga vitjan í Báta- og Listasavninum. Martin Joensen, ein av okkara mest elskaðu sangskrivarum, kemur at spæla saman við […]