Loading Events
Tiltøk í Eysturkommunu

Bókaútgáva á Bátasavninum

Dato

21. november

Staður

Báta- og Listasavnið

Leygardagin 21. november kl. 16.00 verður bókaframløga á Bátasavninum í Leirvík, har nýggja bókin hjá Árna Jacobsen, „Serstakir steinar í fjøllunum“, verður løgd fram.

Bókin er 165 síður og prýdd við heili 275 myndum. Ein spennandi og forvitnislig bók um serstakar steinar í føroysku fjøllunum.

Til ber at ogna sær bókina fyri 200 kr. á degnum. Allur ágóðin av søluni fer til Leirvíks Páll skótarnar.

Drekkamunnur verður at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga løtu á Bátasavninum!