• Sølumarknaður

    Víkingahúsinum í Norðragøtu

    Mikudagin 20. mai verður sølumarknaður í Víkingahúsinum í Sarpugerði. Her kanst tú fáa bundin pløgg, prýðislutir, lampur úr igulker, trælutir, souvenirs og mangt annað. Sølumarknaðurin er frá kl 13-18 og øll eru hjartaliga vælkomin!

  • Ruddingardagurin 2026

    Árligi ruddingardagurin verður mikudagin 27. mai, frá kl. 16:30 til uml. kl. 19:00 Dagurin byrjar við høsnarunga og chips í hesum støðum til øll, ið taka lut í ruddingini. Síðan verður farið at rudda í og kring bygdirnar frá kl. 17:15 til uml. kl. 19:00. Eftir hetta, verður bjóðað til kaffimunn við onkrum søtum og […]

  • Familjudagar í víkingatíð 5.-7. juni

    Gamli skúli í Leirvík

    Í døgunum 5.–7. juni verður Gamli skúli í Leirvík karmur um spennandi familjudagar í víkingatíð, samstundis sum ein forkunnug framsýning letur upp fyri almenninginum. Framsýningin tekur støði í fornlutum úr útgrevstrinum á Toftanesi, sum avdúkaði meira enn 3.000 ymiskar lutir úr víkingatíð – millum annað teir, ið verða at síggja á framsýningini. Í sambandi við […]

  • Dansur í Losjuni

    Losjan Glotti, við Gøtugjógv

    Víkas spæla til Dansin Fríggjakvøldið  5. juni í Losjuni við Gøtugjógv kl. 22:00 - 01:00 Kaffi, hugni og prát, øll vælkomin. Kostnaður 150 kr

  • Limmulundin í Leirvík 50 ár

    Limmulund Brekkuvegur, Leirvík, Faroe Islands, Faroe Islands

    Týsdagin 9. juni kl. 17 verður minnispláta avdúkað í Limmulundini. Tá eru liðin 50 ár síðani Olivia Joensen gróðursetti fyrsta træið. Henda hugnaløtan verður hildin við røðum, felagssangi og kórsangi. Harafturat bjóðar kommunan heitt at drekka og søtt afturvið. Skráin verður hendan:

  • Fjóskafé

    Varmakeldugarðurin

    Í summar verður Fjóskafé á Varmakeldugarðinum 1 dag um vikuna frá 15. juni til og við 18. aug frá kl 11.00-15.00. Hesar dagarnar nýtist man ikki at bíleggja borð til at koma á vitjan í Fjóskaféini.

  • Fjóskafé

    Varmakeldugarðurin

    Í summar verður Fjóskafé á Varmakeldugarðinum 1 dag um vikuna frá 15. juni til og við 18. aug frá kl 11.00-15.00. Hesar dagarnar nýtist man ikki at bíleggja borð til at koma á vitjan í Fjóskaféini.

  • Konsert við systrunum Moniku og Andreu

    Báta- og Listasavnið

    Týskvøldið 23. juni kl. 20 verður konsert í Báta- og Listasavninum í Leirvík. Atgongumerki kunnu keypast fyri 50kr. við dyrnar.

  • Listaframsýning við Ellintur Justinussen

    Báta- og Listasavnið

    Á framsýningini, í niðastu hædd verða feiri málningar og nakrar tekningar at síggja, nýtt og gamalt. Eisini hevur Esther Skála nakrar tekningar og annað spennandi. Til ferniseringina fríggjadagin kemur Eirikur Skála at undirhalda við tónleiki. Ka#, te og okkurt søtt aftur við verður at fáa. Fernisering verður fríggjadagin 26. juni kl 16:00. Opið er: Fríggjadagin […]