Ruskbingo á bókasavninum í Leirvík

Bókasavnið í Leirvík

Í samband við at bókasøvnini kring landið seta fokus á heimsmálini, skipar bókasavnið í Leirvík fyri Ruskbingo. Tiltakið byrjar týsdagin 22. apríl og endar 28. apríl. Tey, ið hava fulla plátu, vinna ein virðisseðil, har tey kunnu keypa ein kramarís í Effo, Leirvík.

Flaggdagshaldið 2025

Leirvíks Páll skótarnir skipa aftur í ár fyri flaggdagshaldi í Leirvík. Tiltakið verður úti í Bug fríggjadagin 25. apríl kl 15:00 Úlvar og skótar møta í búna í skótahúsinum kl 14:30, har skrúðgongan byrjar.

Kári P á Bátasavninum

Báta- og Listasavnið

Leygarkvøldið 26. apríl kl. 18 bjóðar Báta- og listasavnið í Leirvík til eina serliga konsertuppliving við Kára P. Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo Øll eru hjartaliga vælkomin!

Kafé í Filadelfia

Filadelfia

3. mai kl. 10:00 er kafé í Filadelfia. Hugnalig samvera, sangur og drekkamuður. Øll hjartaliga vælkomin!

Knit with the locals

Lávusarhús

Lávusarhús opnar hurðarnar fyri nýggjum og forvitnum bindarum 6 mai! Her kanst tú royna at binda við ymiskum sløgum av tógvi, eisini tógv úr føroyskari ull. Tiltakið er ætlað ferðafólkum. Meira info: whatson.fo

Ódnartøk í Norðragøtu

Norðragøta

Leygardagin 17. mai verður endin á ársins ódnartøkum. Rógvarar í øllum aldri og førleikum koma at kappast Tiltakið er ókeypis. Komið framvið!

Næmingakonsert í Leirvík

Leirvíkar skúli

Næmingakonsertin hjá Eysturkommunu tónlistaskúla verður kl. 17:30 í kvøld, í miðhølluni í Leirvíkar skúla Øll eru hjartaliga vælkomin!

Aðalfundur

Bygdarhúsið í Leirvík

Eldrafelagið “Fjallið” hevur aðalfund t. 26. maj í bygdahúsinum í Leirvík kl. 19.00. Jutta Helgadóttir frá “ Hoyrnini” kemur at greiða frá hoyritólum . Evnið er frá skuffuni til oyra. Àbit verður eisini.   Øll eru hjartaliga vælkomin og eisini til at tekna seg sum lim hjá “Fjallinum”

Almenn móttøka fyri Hvanngarðinum

Báta- og Listasavnið

Boðið verður til almenna móttøku á Báta- og listasavninum í Leirvík 29. mai frá 15-18. Á skránni verða røður og sangframførslur. Okkurt gott til góman verður eisini at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin forbí!

Guided WALK!

visitHOMES

Guided walk on May 29th at 5pm Light walk. Total duration: 3–4 hours We will visit Lilja’s Heimablídni (a Faroese home hospitality experience). There, a delicious fish soup will be served with freshly baked bread, especially tasty butter, and a glass of wine. Eatlocal.fo for more info

Ruddingardagurin verður 4. juni frá 16:30-19

Dagurin byrjar við høsnarunga og kips til øll, ið taka lut í ruddingini. Vit møta frá kl. 16:30 til kl. 17:15 í: Víkingahúsinum í Norðragøtu Niðanfyri Missiónshúsinum í Leirvík Kaffimunnur og plantupakki verður at fáa í víkingahúsinum eftir ruddingina uml. kl 19:15