Páskasýning

Fimleikahøllin í skúlanum við Gøtugjógv

Í ár verður aftur listaframsýning, og sum nakað nýtt verður ein fjølbroytt framsýning frá Kvøldskúlanum partur av páskasýningini. Framsýningin umfatar: drama, dans, venjing og rørslu, barnakór og føroyskan dans. Listasýningin: 1. páskadag kl. 15 - 19, og 2. páskadag kl. 14 - 19 Kvøldskúlaframsýningin: 2. Páskadag kl. 14

Ruskbingo á bókasavninum í Leirvík

Bókasavnið í Leirvík

Í samband við at bókasøvnini kring landið seta fokus á heimsmálini, skipar bókasavnið í Leirvík fyri Ruskbingo. Tiltakið byrjar týsdagin 22. apríl og endar 28. apríl. Tey, ið hava fulla plátu, vinna ein virðisseðil, har tey kunnu keypa ein kramarís í Effo, Leirvík.

Flaggdagshaldið 2025

Leirvíks Páll skótarnir skipa aftur í ár fyri flaggdagshaldi í Leirvík. Tiltakið verður úti í Bug fríggjadagin 25. apríl kl 15:00 Úlvar og skótar møta í búna í skótahúsinum kl 14:30, har skrúðgongan byrjar.

Kári P á Bátasavninum

Báta- og Listasavnið

Leygarkvøldið 26. apríl kl. 18 bjóðar Báta- og listasavnið í Leirvík til eina serliga konsertuppliving við Kára P. Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo Øll eru hjartaliga vælkomin!

Kafé í Filadelfia

Filadelfia

3. mai kl. 10:00 er kafé í Filadelfia. Hugnalig samvera, sangur og drekkamuður. Øll hjartaliga vælkomin!

Knit with the locals

Lávusarhús

Lávusarhús opnar hurðarnar fyri nýggjum og forvitnum bindarum 6 mai! Her kanst tú royna at binda við ymiskum sløgum av tógvi, eisini tógv úr føroyskari ull. Tiltakið er ætlað ferðafólkum. Meira info: whatson.fo

Ódnartøk í Norðragøtu

Norðragøta

Leygardagin 17. mai verður endin á ársins ódnartøkum. Rógvarar í øllum aldri og førleikum koma at kappast Tiltakið er ókeypis. Komið framvið!

Næmingakonsert í Leirvík

Leirvíkar skúli

Næmingakonsertin hjá Eysturkommunu tónlistaskúla verður kl. 17:30 í kvøld, í miðhølluni í Leirvíkar skúla Øll eru hjartaliga vælkomin!

Aðalfundur

Bygdarhúsið í Leirvík

Eldrafelagið “Fjallið” hevur aðalfund t. 26. maj í bygdahúsinum í Leirvík kl. 19.00. Jutta Helgadóttir frá “ Hoyrnini” kemur at greiða frá hoyritólum . Evnið er frá skuffuni til oyra. Àbit verður eisini.   Øll eru hjartaliga vælkomin og eisini til at tekna seg sum lim hjá “Fjallinum”