Ger okkurt til skógvaeskjurnar
Hóskvøldið 8. oktober kl. 19 verður møguleiki at møtast í kjallaranum í missiónshúsinum og gera ymiskt, sum kann leggjast í Christmas Child-skógvaeskjurnar 😊 Tað verður møguligt at koma hvørt hóskvøld frá kl. 19:00–21:30 fram til 25. oktober, tá eskjurnar skulu latast inn. Dømi um tað, sum kann gerast, eru: húgvur pannubond hosur vøttir bamsir taskur […]