Loading Events
Tiltøk í Eysturkommunu

Bókaframløga ,,Hetjur"

Dato

29. november

Staður

Býráðshúsið

Sunnudagin 29. november kl. 16.00 verður nýggja søguliga bókin „hetjur“ eftir Maigun Solmunde alment løgd fram í býráðshúsinum í Norðragøtu.
Bókin varpar ljós á lítið kendar og dramatiskar frásagnir um føroyingar, sum undir seinna heimsbardaga sýndu dirvi og medmenniskjaliga ábyrgd við at hjálpa jødum og mótstøðufólkum undan nazistisku atsóknunum.
Høvið verður eisini at ogna sær bókina á staðnum, kostnaðurin er kr 298,-
Í sambandi við bókaframløguna verður tónleikaframførsla við klassiskum tónleiki.
Eisini verður boðið til ein drekkamunn.
Ókeypis atgongd – øll eru hjartaliga vælkomin!