• Bovling

    Bovlinghøllin í Leirvík

    Bovling fyri rørslu- og menningartarnað. Tíðspunkt: Hóskvøld kl. 17:00 - 18:00

    kr. 500
  • Orgul

    Gamli Gjái við Gøtugjógv Vaktarhúsvegur 1, Gøtugjógv, Faroe Islands

    Frálæran í orgli er einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í orglinum sum solo-ljóðføri.   Undirvísari: Símun Hammer Tlf. 566600 Teldupost adr. simun@vrg.fo

  • Klaver undirvísing

    Frálæran í klaveri er einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Eftir vegleiðing frá læraranum keypur næmingurin nótar til frálæruna. Tað er týdningarmikið at næmingurin dámar og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.   Undirvísarar: Jón Eliasesen 289827 tonlistaskulin@eystur.fo   Petur Martin Johannesen 589972 mailapetur@gmail.com  

  • Tvørfloyta

    Frálæran í floytu er einstaklingafrálæra, kann tó vera í minni bólkum í byrjanini. Dentur verður lagdur á, at læra um floytuna, og at ljóðið kemur fram, tá luftin rakar á hvassa kantin á munnplátuni og floytan fer at titra. Undirvísingin er skipað sum vikulig undirvísing hjá faklærara í floytuspæli, hálvan tíma hvørja ferð.   Undirvísari: […]

  • Gittari

    At byrja við, fær næmingurin innlit í akkordir, nótar og teori. Byrjunartíðin er við støði í einaundirvísing og kemur næmingurin, tá ið førleikin er til tað, eisini at luttaka í samanspæli. Undirvíst verður í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í gittaranum sum solo-ljóðføri.   Undirvísari: Hjalti Bogason Støylen Tlf. 528696 Teldupost adr. hjalti.bogason@gmail.com

  • Bassur

    Frálæran í el-bass er skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frálæraru í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í bassinum sum solo-ljóðføri. Tó fyri bassleikaran er samanspæl sera týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl.   Undirvísari: Jón Eliassen Tlf. 730072 Teldupost adr. tonlistaskulin@eystur.fo

  • Messing

    Frálæran í trompet, kornett og trombon er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í eini námsæltan, sum hevur innbygd menningarstig.   Undirvísari: Kjell Orseth Tlf. 228288 Teldupost adr. kjell_orseth@hotmail.com

  • Trummur

        Undirvísari: Jan Rúni Poulsen Tlf. 256512 Teldupost adr. janruni@gmail.com

  • Violin

    Undirvísari: Ragnar F. Andreasen Tlf. 269056 Teldupost adr. ragnar.andreasen@hotmail.com

  • Talv fyri øll

    Gamli Gjái við Gøtugjógv Vaktarhúsvegur 1, Gøtugjógv, Faroe Islands

    At telva er væl umtókt í Eysturkommunu - bæði hjá børnum og vaksnum. Á hesum skeiði lærir tú talv frá grundini, um tú ert nýggjur, og tú fært eisini avbjóðingar og uppgávur, ið passa til títt støði, um tú longu hevur royndir frammanundan.   Tíðspunkt: Mikudagar kl. 17:00 - 19:00

    kr. 500
  • Maskinbinding

    Skúlin við Gøtugjógv

    Á hesum skeiði lærir tú at brúka bindimaskinuna til alskins arbeiði og undirvísarin hjálpir tær gjarna við íblástri. Ella kanska tú hevur okkurt arbeiði, ið bara hevur ligið óliðugt – inntil nú. Nær: 2.-3. og 23.-24. okt., 13.-14. nov., 15.-16. jan., 12.-13. feb. og 12.-13. mars. Klokkan: Fríggjakvøld 17:00 - 22:00 og leygardagar 10:00 – […]

    kr. 500
  • Dreya (2.skeið)

    Skúlin við Gøtugjógv, smíðstovan

    Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, skulu handfarast og hvussu tú brúkar tær, so tú fært sum mest burturúr.   Nær: Fríggjadagur 19. februar 17:00 – 21:00 Leygardagur 20. februar 09:00 […]

    kr. 300