
Hamferð í Tøting
Fríggjadagin 15 Mai kl. 21:00 verður konsert við Hamferð í Tøting. Atgongumerki kann keypast á atgongumerki.fo

Fríggjadagin 15 Mai kl. 21:00 verður konsert við Hamferð í Tøting. Atgongumerki kann keypast á atgongumerki.fo
Tann 19. mai verður árliga næmingakonsertin hjá Tónlistaskúlanum í miðhøllini í Leirvíkar skúla kl. 17:00. Til konsertina fara næmingarir at vísa framm tað, sum teir hava lært ígjøgnum hettar musikkskúlaárið. Hettar verður gjørt við bæði solo framførlsum og eisini samanspælið. So kom og njót eina hugnaliga og musikkalska løtu saman við okkum í Eysturkommunu Tónlistaskúla.

Týsdagin 19.mai kl.17-20 verður søla av frátiknum bókum í bókasavninum við Gøtugjógv. Bøkurnar verða seldar fyri 5,- stk. Einans kontant søla.

Mikudagin 20. mai verður sølumarknaður í Víkingahúsinum í Sarpugerði. Her kanst tú fáa bundin pløgg, prýðislutir, lampur úr igulker, trælutir, souvenirs og mangt annað. Sølumarknaðurin er frá kl 13-18 og øll eru hjartaliga vælkomin!

Árligi ruddingardagurin verður mikudagin 27. mai, frá kl. 16:30 til uml. kl. 19:00 Dagurin byrjar við høsnarunga og chips í hesum støðum til øll, ið taka lut í ruddingini. Síðan verður farið at rudda í og kring bygdirnar frá kl. 17:15 til uml. kl. 19:00. Eftir hetta, verður bjóðað til kaffimunn við onkrum søtum og […]

Í døgunum 5.–7. juni verður Gamli skúli í Leirvík karmur um spennandi familjudagar í víkingatíð, samstundis sum ein forkunnug framsýning letur upp fyri almenninginum. Framsýningin tekur støði í fornlutum úr útgrevstrinum á Toftanesi, sum avdúkaði meira enn 3.000 ymiskar lutir úr víkingatíð – millum annað teir, ið verða at síggja á framsýningini. Í sambandi við […]

Víkas spæla til Dansin Fríggjakvøldið 5. juni í Losjuni við Gøtugjógv kl. 22:00 - 01:00 Kaffi, hugni og prát, øll vælkomin. Kostnaður 150 kr


Frá framsýning til upprunastað. Gongutúrur við Hákuni Andreassen, savnsteknikari á Tjóðsavninum, sum var á staðnum, tá útgrevsturin fór fram.

Frá framsýning til upprunastað. Gongutúrur við Hákuni Andreassen, savnsteknikari á Tjóðsavninum, sum var á staðnum, tá útgrevsturin fór fram.

Týsdagin 9. juni kl. 17 verður minnispláta avdúkað í Limmulundini. Tá eru liðin 50 ár síðani Olivia Joensen gróðursetti fyrsta træið. Henda hugnaløtan verður hildin við røðum, felagssangi og kórsangi. Harafturat bjóðar kommunan heitt at drekka og søtt afturvið. Skráin verður hendan:

Í summar verður Fjóskafé á Varmakeldugarðinum 1 dag um vikuna frá 15. juni til og við 18. aug frá kl 11.00-15.00. Hesar dagarnar nýtist man ikki at bíleggja borð til at koma á vitjan í Fjóskaféini.