• Seglskipini koma til Leirvíkar

    Kaiini í Leirvík

    Seglskipini koma til Leirvíkar - undirhald til øll á havnarlagnum Kom til eina hugnaliga løtu við mati, aktivitetum og undirhaldi á havnarlagnum í Leirvík, tá ið føroysku seglskipini koma til Leirvíkar, fríggjadagin 21. august. Tiltakið er ókeypis og vitjandi fáa bjóðað suppu og sneisabreyð. Ókeypis atgongt er til dansin, har til ber at keypa okkurt leskandi. Øll […]

  • Jólaskipið vitjar í Leirvík

    Kaiini í Leirvík

    Fríggjadagin kl. 17:00 kemur vælprýddað jólaskipið til Leirvíkar. Børn og vaksin eru vælkomin oman á bryggjuna at heilsa uppá jólamennirnar, ið eisini bjóða pakkar til børnini. Komið og takið væl ímóti jólamonnunum .

  • Tindadagur

    Kaiini í Leirvík

    Kappróðrarfelagið Tindur skipar fyri Tindadegi, sum verður eitt risastórt og hugnaligt tiltak á kaiini í Leirvík fríggjadagin, 16. august 2024. Tiltakið byrjar klokkan 15 og heldur fram alt kvøldið. Nógv spennandi verður at uppliva og royna hjá børnum og vaksnum. Eisini leggja seglskipini at kai um kvøldið. Øll eru hjartaliga vælkomin.

    Free