16. august
Kaiini í Leirvík
Kappróðrarfelagið Tindur skipar fyri Tindadegi, sum verður eitt risastórt og hugnaligt tiltak á kaiini í Leirvík fríggjadagin, 16. august 2024.
Tiltakið byrjar klokkan 15 og heldur fram alt kvøldið.
Nógv spennandi verður at uppliva og royna hjá børnum og vaksnum. Eisini leggja seglskipini at kai um kvøldið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.