Events
Calendar of Events
|
Monday
|
Tuesday
|
Wednesday
|
Thursday
|
Friday
|
Saturday
|
Sunday
|
|---|---|---|---|---|---|---|
17 events,
Frálæran í orgli er einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í orglinum sum solo-ljóðføri. Undirvísari: Símun Hammer Tlf. 566600 Teldupost adr. simun@vrg.fo
Frálæran í klaveri er einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Eftir vegleiðing frá læraranum keypur næmingurin nótar til frálæruna. Tað er týdningarmikið at næmingurin dámar og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Undirvísarar: Jón Eliasesen 289827 tonlistaskulin@eystur.fo Petur Martin Johannesen 589972 mailapetur@gmail.com
Frálæran í floytu er einstaklingafrálæra, kann tó vera í minni bólkum í byrjanini. Dentur verður lagdur á, at læra um floytuna, og at ljóðið kemur fram, tá luftin rakar á hvassa kantin á munnplátuni og floytan fer at titra. Undirvísingin er skipað sum vikulig undirvísing hjá faklærara í floytuspæli, hálvan tíma hvørja ferð. Undirvísari: […]
At byrja við, fær næmingurin innlit í akkordir, nótar og teori. Byrjunartíðin er við støði í einaundirvísing og kemur næmingurin, tá ið førleikin er til tað, eisini at luttaka í samanspæli. Undirvíst verður í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í gittaranum sum solo-ljóðføri. Undirvísari: Hjalti Bogason Støylen Tlf. 528696 Teldupost adr. hjalti.bogason@gmail.com
Frálæran í el-bass er skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frálæraru í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í bassinum sum solo-ljóðføri. Tó fyri bassleikaran er samanspæl sera týdningarmikið. So skjótt sum til ber, verður næmingurin settur í samanspæl. Undirvísari: Jón Eliassen Tlf. 730072 Teldupost adr. tonlistaskulin@eystur.fo
Frálæran í trompet, kornett og trombon er fyrst og fremst skipað sum einstaklingafrálæra, har næmingurin fær frálæru frá lærara í 30 minuttir um vikuna. Frálæran tekur støði í eini námsæltan, sum hevur innbygd menningarstig. Undirvísari: Kjell Orseth Tlf. 228288 Teldupost adr. kjell_orseth@hotmail.com
Aftur í ár verður farið uppá gólv við barnadansinum. Her verða lættar vísur, styttri sangir og annað, ið er serliga hóskandi hjá børnum á skránni. Nøkur kvøld vera serlig “dansispølskvøld”. Hetta verður lýst nærri og hesi kvøldini eru eisini øll vælkomin. Umframt at dansa saman, vera hugnakvøld og pitsakvøld. Kunning kemur út á Facebook bólkin […]
Á hesum skeiði fær hvør næmingur spælt tann klavertónleik, hann hevur áhuga fyri, nótar ella akkordir. Skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og meira roynd. Tað er einstaklingaundirvísing, har hvør næmingur hevur 25 minuttir saman við læraranum hvørja viku. NB: Møguleiki má vera hvørjaferð at kunna venja heima til næstu ferð. Tíðspunkt: Týskvøld ella hóskvøld millum […]
kr. 500
This service is for pupils whose one or both parents are not from the Faroe Islands. Parents are also welcome. Students meet right after school. If you have any questions, please call Tórhild on tel. 273329. When: Mondays and Tuesdays 11:30 – 13:30 Where: The school in Leirvík, class room 12 (entrance is […]
Hetta er undirvísing fyri vaksin, ið eru orðblind, lesi- ella skriviveik. Somuleiðis kunnu foreldur at orðblindum, lesi- ella skriviveikum koma á skeiðið. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboðum so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í smærri bólkum. […]
Undirvísingin er ætlað børnum í 3. flokki og eldri. Undirvísing í hjálpiamboðum til orðblind/lesiveik. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboðum so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í smærri bólkum. Tíðspunkt: Eftir avtalu við undirvísara Prísur: Ókeypis
Á hesum skeiði fara vit at brúka ta nýggju útgerðina, Tindaneystið hevur at bjóða. Rógving er ein munagóður og skynsamur háttur at røra seg, har allur kroppurin verður brúktur. Rógving hevur samstundis tann stóra fyrimunin, at møguligt er at tillaga torleikastigið so júst tú fær sum mest burturúr. Skeiðið er bæði fyri kvinnur og menn. […]
kr. 500
Bókmentir flyta teg inn í annan heim. Tú lesur um lívið hjá øðrum, og fært samstundis møguleikan at grunda um tína egnu tilveru. Tú sleppur á ævintýrferð uttan at keypa flogbillett. Hesin lesiringur er fyri øll, ið hava hug at hugsavna seg - ein trotvøra í dagsins samfelagi. Nær: 21. okt., 18. nov, 13. jan., 10. feb. […] |
19 events,
Koyrikortið er til AM – lítið prutl. Hetta gevur loyvi til at koyra prutl við grønum plátum, hægst loyvda ferð er 30 km/t. Skeiðið er 35 undirvísingartímar p/p. 15 tímar teori, 12 timar venjingarkoyring og 8 tímar fyrstuhjálp. NB: Skeiðsluttakarin skal verða fylltur 15 ár áðrenn 1. juni. Tað er gott, um foreldur eru við […]
kr. 2200
Nær: 1., 2., 3. og 5. apríl 2027. Gerandisdagar kl. 14:00 - 20:30 Leygardag kl. 10:00 - 18:00
kr. 600
|
19 events, |
19 events, |
19 events, |
||
19 events, |
||||||
12 events,
Nær: 22., 23., 24. og 26. apríl 2027. Gerandisdagar kl. 14:00 - 20:30 Leygardag kl. 10:00 - 18:00
kr. 600
|
||||||