• Víkingaveitslan 2024

    Bygdarhúsið í Leirvík

    Leygardagin 9. nov. 2024 kl. 19:00, verður Víkinga veitsla hildin í bygdarhúsinum í Leirvík. Set X í kalendaran og kom við . Tilber at fylgja við á Facebook síðuni hjá Víkingi her: https://www.facebook.com/vikingur.fo   Meir kunning um tiltakið kemur seinni.

  • Dreya

    Skúlin við Gøtugjógv, smíðstovan

    Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, skulu handfarast og hvussu tú brúkar tær, so tú fært sum mest burturúr. Tíðspunkt: Fríggjadagin: 17:00 – 21:00 Leygardagin: 09:00 – 17:00

    kr. 300
  • Konsert við Marius Ziska

    Gamli skúli í Leirvík

    Talan er um eina lítla, ótrúliga hugnaliga og nærverandi konsert í hugnaliga gamla skúlanum við Marius Ziska., har bert 30 atgongumerkir eru til sølu. Atgongumerkir kunnu keypast her: Marius Ziska (atgongumerki.fo) og tað er íroknað kaffi v.m.

    kr. 200
  • Jólasøla í Losjuni við Gøtugjógv

    Losjan Glotti, við Gøtugjógv

    Leygardagin 23. november verður jólasøla í Losjuni frá kl 11.00 - 15.00. Fleiri ymiskir básar fara at selja hondgjørdar lutir. 8. flokkur hevur tombola. Eisini verður okkurt gott nýbakað til keyps. Havi reiðan pening við, tað kann vera at onkur sølubásur ikki hevur terminal. Øll eru hjartaliga vælkomin, vinaliga Serbreytin í Klaksvík.

  • Sædis glas hevur opið

    Sædis glas

    Sædis glas hevur opið hvønn mánadag í desember Herafturat er opið á verkstaðnum hvønn dag aftaná kl. 15

  • Jólatrøini í kommununi verða tendrað

    Við Gøtugjógv: Týsdagin 3. desember kl. 18:00. Björk Tyril flytir fram røðu, Eystanljóð syngur. Leirvík: mikudagin 4. desember kl. 18:00 Tórhallur við Gil flytir fram røðu, Gøtu kirkjuungdómskór syngur.

  • Lávusarhús opið á jólum

    Lávusarhús

    Mánadag - fríggjadag 16.30 - 18.30 Leygardag 12.30 - 16.30 Sunnudag 22. desember 14.00 - 18.00 Mánadag 23. desember 12.00 - 18.00

  • Jólakafé í Filadelfia

    Filadelfia

    Jólakafé í Filadelfia  Leygardagin 7.des kl 10.00 - 12.00 Á skránni verður sangur, samfelag og góður drekkamunnur - øll eru hjartaliga vælkomin!

  • Jólasøla í Víkingahúsinum

    Víkingahúsinum í Norðragøtu

    Jólasøla í Víkingahúsinum. Sølubásar við alskyns góðum frá húskjum í Eysturkommunu

  • Vælkomin til jóla-sangløtu!

    Vælkomin til jóla-sangløtu!      Miðhøllini í Leirvíkar skúla.        Mikudagin 11. des kl 17.00.        Sangløtan er fyri børn, ommur og abbar,      langommur og langabbar.      Vit fara at syngja jólaligar sangir og hugna okkum.      Aftaná fáa øll okkurt gott.