Jólaskipið til Leirvíkar

Jólaskipið kemur til Leirvíkar fríggjadagin 20. desember umleið kl. 17.30. Jólamenn koma at vitja og jólapakkar verða til børnini.

Jólafjós

Jólafjós. Uppliva jólahugnan á Varma­keldugarðinum í Gøtudali Fjósið er opið fyri øllum, sum vilja njóta tann serliga jólastemningin. Her verður møguleiki at síggja neyt, kela kálvunum og taka jólamyndir saman […]

Jólafest hjá Bethania

Kirkjukjallarin

Jólafestin hjá Bethania verður í kirkjukjallaranum fríggjakvøldið 27. desember kl. 19. Á skránni verður: - Andakt við Tummasi Kannuberg - Oddmar og Sonny framføra - Undirhald - Felagssangur - Ein […]

Gudstænasta í gomlu Gøtu kirkju

Á trettenda, 6. januar, verður gudstænasta við Tummasi Kannuberg, presti, í gomlu Gøtu kirku. Hetta verður kl. 20. Aftaná verður drekka at fáa í Glyvrahanusar húsi.

Kafé í Filadelfia

Filadelfia

1. februar verður kafé í Filadelfia. Á skránni verður hugnalig samvera, sangur og  góður drekkamuður. Øll eru hjartaliga vælkomin!  

Festligir tónar og vakrar myndir í Leirvík

Báta- og Listasavnið

Sunnudagin 2. februar verður tónleikur, myndir og frásagnir í Báta- og Listasavninum í Leirvík. Monika Stauss Joensen á violin og Jón Eliassen á flygil spæla fjølbroyttan klassiskan tónleik. Árni Jacobsen […]

Play Boys & ASA í Tøting

Tøting

Tónleikabólkurin PLAY BOYS, við James Olsen á odda, kemur at spæla orkuríkan og svingandi tónaleik, m.a. Steve Wonder, Donald Fagen, Natalie Cole, George Benson og mangt annað. Teir eru glaðir […]

Sólarkaffi 2025

Bygdarhúsið í Leirvík

Sunnudagin 9. februar kl. 15.00 bjóðar Bygdarhúsið í Leirvík til Sólarkaffi. Eins og undanfarnu árini verður bjóðað til stórt køkuborð við køkum, sum bygdarfólkið letur. Árni Jacobsen vísir fram myndir […]

Missiónsvika í Bethania

Missiónshúsið Bethania í Gøtu

Missiónsvikan hjá Bethania verður í kirkjukjallaranum í døgunum 16. til 23. februar (sí skrá). Øll eru hjartaliga vælkomin! SUNNUDAGIN 16. FEBRUAR Kl. 16:00 Familjumøti við heimligum kreftum. Innsavnan til sunnudagsskúlan. […]

Kafé í Filadelfia

Filadelfia

Kafé verður í Filadelfia 1. mars kl. 10:00. Hugnalig sammvera, sangur og góður drekkamuður. Øll eru hjartaliga vælkomin

Knit with the locals

Lávusarhús

Lávusarhús opnar hurðarnar fyri nýggjum og forvitnum bindarum! Her kanst tú royna at binda við ymiskum sløgum av tógvi, eisini tógv úr føroyskari ull. Tiltakið er ætlað ferðafólkum. Meira info: […]