Dansur (17 ár og eldri)

Víkingahúsinum í Norðragøtu

Her sleppur tú at flenna og at fáa sveitan fram. Dentur verður lagdur á ymiskar dansir. Tíðspunkt: Hóskvøld kl. 20:00 - 21.30

kr. 500

Heilsufremjandi venjingar (60 ár og eldri)

Fimleikahøllin í skúlanum við Gøtugjógv

Venjingarnar styrkja um konditiónina og vøddastyrkina, betra kropsins javnvág og kunnu uppá henda hátt fyribyrgja falli. Umframt hetta stuðlar tað at røra seg undir vælveru og lívsgleði. Tíðspunkt: Hósdagar kl. […]

kr. 500

Hugnakvøld og matgerð (60 ár og eldri)

Eftir avtalu

Á hesum skeiði ert tú sjálv/-ur ein partur av einum hugnaligum kvøldi, har tit gera mat saman, dekka borð og eta saman og rudda, vaska og pakka saman aftaná. Tíðspunkt: […]

kr. 300

Blýantstekning

Húsið hjá Karli, Norðragøta

Hevur tú hug at læra at tekna alt møguligt og ómøguligt? Kom við á skeið. Tíðspunkt: Hóskvøld kl. 19:00-21:00

kr. 500

Bovling

Bovlinghøllin í Leirvík

Bovling fyri rørslu- og menningartarnað. Tíðspunkt: Hóskvøld kl. 17:00 - 18:00

kr. 500

Vatnfimleikur (50 ár+)

Svimjihylurin í skúlanum í Leirvík

Við vatnfimleiki og svimjng, á tínum støði, er møguleiki at gera rørslur, ið stiðja, mýkja og styrkja allar vøddabólkar. Her er ikki neyðugt at duga at svimja ella føla seg […]

kr. 500

Dreya

Skúlin við Gøtugjógv, smíðstovan

Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, […]

kr. 300

Filmsgerð

Brandstøðin í Leirvík

Filmsgerð við telefonini er eitt skeið til tín, ið ynskir at betra um tíni evnir at taka filmar við telefonini og at viðgera teir aftaná. Á skeiðinum verður fyrst tosað […]

kr. 300

Fuglaskeið fyri tvey ættarlið

Eftir avtalu

Hetta skeiðið er ætlað børnum, sum vilja kenna fuglarnar, vit vanliga síggja í fjøruni og urtagarðinum. Vit læra fuglanøvn og fuglaljóð, at gera fuglafóður, at brúka kikara og at fáa […]

kr. 300