Á hesum skeiði ert tú sjálv/-ur ein partur av einum hugnaligum kvøldi, har tit gera mat saman, dekka borð og eta saman og rudda, vaska og pakka saman aftaná. Tíðspunkt: 24. oktober, 12. desember, 6. februar og 27. mars Øll kvøldini byrja klokkan 17:30
Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera m.a. sjokulátakonfekt til jóla. Tak hvønnannan undir armin og vit fáa vegleiðing í at gera lekkurt konfekt, ið kann gleða bæði okkum sjálvi og onnur við. Tíðspunkt: Skeiðið er tvey kvøldir; 7. og 14 november. Ein tilmelding = […]