
Jólatræið í Leirvík tendrar
Leirvíkar skúliTýsdagin 2. desember kl 18 tendrar jólatræið í Leirvík. Eystanljóð syngur og Noomi Reinert flytir fram røðu. Jólamenn koma á vitjan og bjóða bæði heitt og søtt.

Týsdagin 2. desember kl 18 tendrar jólatræið í Leirvík. Eystanljóð syngur og Noomi Reinert flytir fram røðu. Jólamenn koma á vitjan og bjóða bæði heitt og søtt.

Amboðið hevur tú longu í lummanum! Og á hesum 3-daga byrjanarskeiðinum lærir tú at brúka tað. Vit halda tað heilt einkult. Tað einasta tólið tær nýtist er telefonin. Vit fara ígjøgnum tær týdningarmestu grundreglurnar, so tú altíð kanst fáa tað besta úrslitið: at halda telefonina støðuga, finna gott ljós, fáa greiða rødd og brúka einfaldar […]

Leygardagin 1. november 2025 verður minningarhald í Leirvík fyri sjólátnar. Farið verður út á Minnisvarðan kl. 15:00, har kransar verða lagdir. Minningarhaldið verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla kl. 15.30. Karl Gregersen, Syðrugøta, flytur fram røðu.
Næmingakonsertin hjá Eysturkommunu tónlistaskúla verður kl. 17:30 í kvøld, í miðhølluni í Leirvíkar skúla Øll eru hjartaliga vælkomin!

Í samband við at Jóannes Joensen hevur fingið kosið ársins útvarpshitt, verður hátíðarhald fyri honum mikudagin kl. 17 í miðhøllini í Leirvíkar skúla. Jóannes undirheldur og syngur og kommunan bjóðar ein drekkamunn🎶