Undirvísingarstøð, prís og tilmelding
Undirvísingarstøð
Undirvísingin fer fram í tveimum støðum
í Gamla Gjái við Gøtugjógv og í Leirvíkar skúla.
Prís
Næmingagjaldið verður kravt inn eina ferð hvørt hálvár. Kostnaðurin fyri hálvárið er 400 krónur.
Um fleiri systkin eru í tónlistaskúlanum, verður avsláttur latin.
Fyrsta barnið rindar fullan prís, meðan onnur systkin fáa 50% avsláttur.
Tilmelding
Tónlistaskúlin hevur eitt ávíst tal av tímum at ráða yvir, og tískil sleppur bert eitt ávíst tal av næmingum framat í senn. Tað ber tó til at seta seg á bíðilista.
Eftir at tú hevur meldað til, fært tú eitt bræv, sum boðar frá, um tú ert komin inn ella ert settur á bíðilistan.
Nærri kunning seinni um hvar og nær man kann melda seg til.