• Søguløta

    Bókasavnið við Gøtugjógv Við Gjónna 4, Gøtugjógv, Faroe Islands

    Týsdagin 24. november kl. 17 verður søguløta á bókasavninum við Gøtugjógv. Betta á Dalinum kemur at lesa úr bókini Heimalambið Nella. Øll eru hjartaliga vælkomin.

  • Glaslist – jólatema

    Skúlin við Gøtugjógv, 1929 skúlin

    Henda dagin taka vit allar tær restir fram, ið eru av glasi og vita, hvussu vit kunnu gera flott og serstakt prýði, ið t.d. kann prýða jólaborðið, oyrini ella eina hill um jóladagarnar. Nær: Mánadagin 25. november kl. 17 – 22. Lutirnir skulu avheintast 30. november. Kostnaður: 300 kr. umframt tilfar, ið verður goldið á […]

    kr. 300
  • Konsert við Martini Joensen

    Báta- og Listasavnið

    MARTIN JOENSEN Á BÁTASAVNINUM Leygarkvøldið 28. november kl. 20 fáa vit forkunnuga vitjan í Báta- og Listasavninum. Martin Joensen, ein av okkara mest elskaðu sangskrivarum, kemur at spæla saman við soninum Sakaris og svigarsoninum Ólavi Gaard. Morgun, Ró, Svarti ravnur, Uttan teg... Vit kenna sangirnar. Vit hava sungið teir, lurtað eftir teimum og tikið teir […]

  • Garva

    Seyðahúsið hjá hagapartinum Navirnar, Leirvík

    Her lærir tú at garva títt egna seyðaskinn við alúndeiggi soleiðis, at tú kanst varðveita tað og brúka tað sum prýði á gólvi ella í sofu. NB: Luttakararnir skulu í heyst finna sær og salta sítt egna seyðaskinn. Hetta skal goymast til skeiðsbyrjan. Nær: Í nýggja árinum

    kr. 300
  • Seyma buksur til føroysk klæðir

    Skúlin við Gøtugjógv

    Nær: 1., 2., 3. og 5. apríl 2027. Gerandisdagar kl. 14:00 - 20:30 Leygardag kl. 10:00 - 18:00

    kr. 600
  • Koyrikort til prutl

    Tilbúgvingarstøðin í Leirvík

    Koyrikortið er til AM – lítið prutl. Hetta gevur loyvi til at koyra prutl við grønum plátum, hægst loyvda ferð er 30 km/t. Skeiðið er 35 undirvísingartímar p/p. 15 tímar teori, 12 timar venjingarkoyring og 8 tímar fyrstuhjálp. NB: Skeiðsluttakarin skal verða fylltur 15 ár áðrenn 1. juni. Tað er gott, um foreldur eru við […]

    kr. 2200
  • Seyma vest til føroysk klæðir

    Skúlin við Gøtugjógv

    Nær: 22., 23., 24. og 26. apríl 2027. Gerandisdagar kl. 14:00 - 20:30 Leygardag kl. 10:00 - 18:00

    kr. 600