• Undirvísing til lesiveik børn

    Undirvísingin er ætlað børnum í 3. flokki og eldri. Undirvísing í hjálpiamboðum til orðblind/lesiveik. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboðum so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í smærri bólkum.   Tíðspunkt: Eftir avtalu við undirvísara Prísur: Ókeypis

  • Dansa (17 ár og eldri)

    Losjan Glotti, við Gøtugjógv

    Her sleppur tú at flenna og at fáa sveittan fram. Dentur verður lagdur á ymiskar dansir. Mánakvøld kl. 20:00 - 21:30

    kr. 500
  • Brodering

    Skúlin við Gøtugjógv

    Dentur verður lagdur á brodering av vestinum til føroysk klæðir Nær: 3., 4., 5.,10. og 11. november

    kr. 300
  • Rógv á rógvumaskinu

    Kappróðrarneysti í Norðragøtu Kaiøki, Norðragøta, Faroe Islands

    Á hesum skeiði fara vit at brúka ta nýggju útgerðina, Tindaneystið hevur at bjóða. Rógving er ein munagóður og skynsamur háttur at røra seg, har allur kroppurin verður brúktur. Rógving hevur samstundis tann stóra fyrimunin, at møguligt er at tillaga torleikastigið so júst tú fær sum mest burturúr. Skeiðið er bæði fyri kvinnur og menn. […]

    kr. 500
  • Linedansur (17 ár og eldri)

    Losjan Glotti, við Gøtugjógv

    Kom og royn teg í linedans. Ein stuttligur og lættur dansiháttur, har øll dansa í linju við somu rørslum. Tær nýtist ongan makkara, og tú fært bæði rørt teg og havt tað hugnaligt saman við øðrum. Passar væl til bæði nýbyrjarar og roynd.   Nær: Mánakvøld klokkan 19:00 - 20:00

    kr. 500
  • Lær at karða, spinna og binda

    Blásastova, Norðragøta

    Fá ullina millum hendurnar, syng eitt skjaldur ella lurta til eina søgu og fá tær ein heitan drekkamunn afturvið. Vit fáast við arbeiðini teimum hugnaligu húsunum Blásastova, ið mangan fyrr í tíðini hava verið karmur um júst sama arbeiði. Dugnalig fólk í kommununi koma at leggja okkum lag á. Undirvísari: Ymiskir, men fyriskipari er Maj-Britt […]

    kr. 300
  • Glaslist

    Skúlin við Gøtugjógv, 1929 skúlin

    Á hesum skeiðið lærir tú at gera glaslist og ymisk brúksprýði eftir tínum ynski. Undirvísarin kann geva tær hugskot og leggur tær lag á. Nær: 21. okt og allar mikudagar fram til 25. nov. Kl. 18:00 -21:00 Kostnaður: 300 kr. umframt tilfar, ið verður goldið á staðnum

    kr. 300
  • Lesiringur í Eysturkommunu

    Bókasavnið í skúlanum við Gøtugjógv

    Bókmentir flyta teg inn í annan heim. Tú lesur um lívið hjá øðrum, og fært samstundis møguleikan at grunda um tína egnu tilveru. Tú sleppur á ævintýrferð uttan at keypa flogbillett. Hesin lesiringur er fyri øll, ið hava hug at hugsavna seg - ein trotvøra í dagsins samfelagi.   Nær: 21. okt., 18. nov, 13. jan., 10. feb. […]

  • Vilt tú vita meira um demens?

    Skúlin við Gøtugjógv

    Hvat er demens, og hvussu ávirkar sjúkan tann, sum fær hana – og tey, sum eru rundanum? Á hesum skeiðnum fara vit í dýpdina við demens og fáa bæði fakliga vitan, hugleiðingar og amboð, sum kunnu brúkast í gerandisdegnum. Á skeiðnum verða ymiskir undirvísarar og fara vit m.a. at arbeiða við: Sjúkuni demens, samskifti, at […]

    kr. 300
  • Dreya (1.skeið)

    Skúlin við Gøtugjógv, smíðstovan

    Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, skulu handfarast og hvussu tú brúkar tær, so tú fært sum mest burturúr. Nær: Fríggjadagin 20 November: 17:00 – 21:00 Leygardagin 21 November: 09:00 – […]

    kr. 300
  • Ger filmar við fartelefonini

    Skúlin í Leirvík

    Snildtelefonin hjá tær tekur uttan iva sera góðar myndir. Tað gera allar snildtelefonir í dag, men dugir tú veruliga at brúka tað? Visti tú, at tú kanst fáa tínar myndir og video at síggja topp professionelt út, uttan at keypa nakran dýran eykalut í Elding? Hetta fara vit at arbeiða við á 3-daga byrjanarskeiðinum, har […]

    kr. 300
  • Jólaklipp

    Bókasavnið í Leirvík

    Mánadagin 23. november kl. 16:00 - 19:00 bjóðar Leirvíkar bókasavn til Jólaklipp í miðhøllini í Leirvíkar skúla. Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við.