Dreya (heyst)

Skúlin við Gøtugjógv, smíðstovan

Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, skulu handfarast og hvussu tú brúkar tær, so tú fært sum mest burturúr. Nær: Fríggjadagin 14. november: 17:00 – 21:00 Leygardagin 15. november: 09:00 – […]

kr. 300

Filma og ger video við fartelefonini

Leirvíkar skúli

Amboðið hevur tú longu í lummanum! Og á hesum 3-daga byrjanarskeiðinum lærir tú at brúka tað. Vit halda tað heilt einkult. Tað einasta tólið tær nýtist er telefonin. Vit fara ígjøgnum tær týdningarmestu grundreglurnar, so tú altíð kanst fáa tað besta úrslitið: at halda telefonina støðuga, finna gott ljós, fáa greiða rødd og brúka einfaldar […]

kr. 300

Glaslist (vár)

Skúlin við Gøtugjógv

Á hesum skeiðnum lærir tú at gera glaslist og ymisk brúksprýði eftir tínum ynski. Undirvísarin kann geva tær hugskot og leggur tær lag á. Nær: Skeiðið verður í nýggja árinum Prísur: 300 kr. umframt tilfar, ið verður goldið á staðnum.

kr. 300

Dreya (vár)

Skúlin við Gøtugjógv, smíðstovan

Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, skulu handfarast og hvussu tú brúkar tær, so tú fært sum mest burturúr. Skeiðið er í tveir dagar. Nær: Februar 2026 Prísur: 300 kr.

kr. 300

Koyrikort til prutl

Brandstøðin í Leirvík

Koyrikortið er til AM – lítið prutl. Hetta gevur loyvi at koyra prutl við grønum plátum, hægst loyvda ferð er 30 km/t. Skeiðið er 35 undirvísingartímar p/p. 15 tímar teori, 12 timar venjingarkoyring og 8 tímar fyrstuhjálp. NB: Skeiðsluttakarin skal verða fylltur 15 ár áðrenn 1. juni. Gott, um foreldur eru við fyrsta kvøldið. Takið […]

kr. 1900