• Barnadansur

    Glyvrahanusarhús, Norðragøta

    Aftur í ár verður farið uppá gólv við barnadansinum. Her verða lættar vísur, styttri sangir og annað, ið er serliga hóskandi hjá børnum á skránni. Nøkur kvøld vera serlig “dansispølskvøld”. Hetta verður lýst nærri og hesi kvøldini eru eisini øll vælkomin. Umframt at dansa saman, vera hugnakvøld og pitsakvøld. Kunning kemur út á Facebook bólkin […]

  • Barnakór (3.-7. flokkur)

    Kirkjukjallarin í kirkjuni við Gøtugjógv

    Bæði gentur og dreingir hava her møguleikan at syngja við í einum kóri, ið er skipað av leiðandi kreftum frá Gøtu Kirkju Ungdómskóri. Málið er, at øll læra at brúla røddina so tíðliga sum gjørligt og soleiðis skapa grundarlag fyri eini góðari sangrødd, tá ein gerst eldri. Símun Hammer, kórleiðari og organistur í Gøtu kirkju, […]

  • Blýantstekning

    Húsið hjá Karli, Norðragøta

    Á hesum skeiði verður teknað tað, sum luttakarin hevur hug til. Undirvísarin leggur lag á, men tú velur sjálv/-ur evnið. Her er møguligt at tekna alt - bæði møguligt og ómøguligt. Børn frá 12 ára aldri og niðureftir skulu fylgjast við foreldrum sínum fyrsta kvøldið. Tíðspunkt: Hóskvøld kl. 19:00-21:00

    kr. 500
  • Bovling

    Bovlinghøllin í Leirvík

    Bovling fyri rørslu- og menningartarnað. Tíðspunkt: Hóskvøld kl. 17:00 – 18:00

    kr. 500
  • Drama (13 ár og eldri)

    Losjan Glotti, við Gøtugjógv

    Til drama menna vit skapandi gávur okkara gjøgnum venjingar, spøl og improvisatiónir. Samsundis venja vit at hugsavna okkum, okkara hugflog og minni okkara. Tað er ikki neyðugt at hava nakrar royndir, og vit leggja stóran dent á, at øll kenna seg væl og trygg í felagsskapinum. Tí tað er grundleggjandi neyðugt at kenna seg væl […]

    kr. 500
  • Drama (9-12)

    Losjan Glotti, við Gøtugjógv

    Hevur tú hug at spæla sjónleik, brúka hugflogið og hava tað stuttligt saman við øðrum? Á drama arbeiða vit við skapandi venjingum, spølum og improvisatión. Vit venja millum annað at hugsavna okkum, minni og at tora at traðka fram. Tær nýtist ikki at hava roynt drama áður - øll kunnu vera við. Dentur verður lagdur […]

    kr. 500
  • Fimleikur 60+

    Fimleikahøllin í skúlanum við Gøtugjógv

    Venjingarnar styrkja um konditiónina og vøddastyrkina, betra kropsins javnvág og kunnu uppá henda hátt fyribyrgja falli. Umframt hetta stuðlar tað at røra seg undir vælveru og lívsgleði. Tíðspunkt: Hósdagar kl. 16:00 -17:00

    kr. 500
  • Lessons in Faroese for newcomers

    The school in Leirvík

    This course is for newcomers, beginners as well as more experienced. We will learn pronounciation, various greetings, to say short sentences and what we jointly feel is necessary. The purpose of the course is also to understand the Faroese society better. The only thing you need is a pen, paper and curiosity. When: Tuesday at […]

  • Language café

    Skúlin í Leirvík, stova 12

    This service is for pupils whose one or both parents are not from the Faroe Islands. Parents are also welcome. Students meet right after school. If you have any questions, please call Tórhild on tel. 273329.     When: Mondays and Tuesdays 11:30 – 13:30 Where: The school in Leirvík, class room 12 (entrance is […]

  • Gittarspæl

    Skúlin í Leirvík

    Á hesum skeiði fær hvør næmingur spælt tann tónleik á gittara, hann hevur áhuga fyri. Skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og meira roynd. Tað er einstaklingaundirvísing, har hvør næmingur hevur 25 minuttir saman við læraran hvørja viku. NB: Møguleiki má vera hvørjaferð at kunna venja heima til næstu ferð. Nær: Týskvøld kl. 17:00 – 21:00

    kr. 500
  • Klaver

    Skúlin í Leirvík

    Á hesum skeiði fær hvør næmingur spælt tann klavertónleik, hann hevur áhuga fyri, nótar ella akkordir. Skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og meira roynd. Tað er einstaklingaundirvísing, har hvør næmingur hevur 25 minuttir saman við læraranum hvørja viku. NB: Møguleiki má vera hvørjaferð at kunna venja heima til næstu ferð. Tíðspunkt: Týskvøld ella hóskvøld millum […]

    kr. 500
  • Undirvísing til lesiveik vaksin

    Hetta er undirvísing fyri vaksin, ið eru orðblind, lesi- ella skriviveik. Somuleiðis kunnu foreldur at orðblindum, lesi- ella skriviveikum koma á skeiðið. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboðum so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í smærri bólkum. […]