Kafé á Fjósloftinum á Varmakeldugarðinum
VarmakeldugarðurinSum nakað nýtt, so fara vit at hava opið hvønn týsdag í juli mánaði, tó ikki 29. juli. Á matarskránni verður: Heimabakstur og Dagsins suppa. opið verður frá kl 11.00 til 15.00
Sum nakað nýtt, so fara vit at hava opið hvønn týsdag í juli mánaði, tó ikki 29. juli. Á matarskránni verður: Heimabakstur og Dagsins suppa. opið verður frá kl 11.00 til 15.00
Join us every Tuesday in June, July, and August for a special event featuring museum visits and a hike from Leirvík to Gøta. The day is planned from 10:00 AM to 3:30 PM. Price is 850dkk. Location: The Boat and Museum, kulibakki 8
Join us every Tuesday in June, July, and August for a special event featuring museum visits and a hike from Leirvík to Gøta. The day is planned from 10:00 AM to 3:30 PM. Price is 850dkk. Location: The Boat and Museum, kulibakki 8
22. august frá kl. 15:00-03:00 Ein dagur til bæði vaksin og børn!
Í samband við Tindadagin 22. august, verður skipað fyri bátatreff. Tekna teg á tlf. 598525 ella tlf. 223229
Í samband við Tindadagin 22. august hevur Lávusarhús útikafé. Øll eru hjartaliga vælkomin framvið!
Skótabólkurin Leirvíks Páll, ið hann eisini verður nevndur, varð settur á stovn 5. mai 1962. Endamálið er grundað á grundreglur Baden-Powells, ið byggja á patrúljuskipanina. Hetta verður framt gjøgnum skiftandi arbeiðshættir við trúboðan, kristnifrálæru, skótaítrótti, útilívi og øðrum mennandi virksemi, har skift verður millum samarbeiði við onnur og við sjálvstøðugt virksemi hjá tí einstaka. Les […]
Vit bjóða talvvenjing til børn, ung og vaksin í Eysturkommunu. Tað verður eggja til eina hugnaliga samveru, øll eru vælkomin. Vit halda til í gamla barnagarðinum við Gøtugjógv. Kvøldskúlin telvar mikudag kl. 17-19. Gøtu Talvfelag telvar mikudag frá kl. 19. Ábyrgdarpersónur: Petur Páll Mikkelsen
Kórið Eystanljóð er eitt blandað kór, stovnað í 1986. Skráin hjá kórinum er fyrst og fremst sett saman av traditionellum føroyskum og útlendskum kórsangi og nakað av nýtmótans kórsangi. Kórið er eitt opið kór, har øll við áhugað fyri kórsangi kunnu verða við. Vant verður í gamla skúlanum við Gøtugjógv. Eystanljóð venur týskvøld kl. 19:30-21:30. […]
Hvørt hóskvøld kl. 19 í vetrarhálvuni savnast fólk í brandstøðini í Leirvík til sjavs. Umráðandi er at hava ein makkara við sær. Hetta er eitt hugnaligt tiltak, har fólkini kappast og hava tað stuttligt saman. Drekkamunnur er eisini at fáa. Øll eru vælkomin í brandstøðina at spæla sjavs.
Endamál felagsins er at virka fyri, at børn og ung í Eysturkommunu læra at svimja og við áhuga kunnu mennast til kappsvimjarar. Nevndin vil virka fyri, at svimjarar hava best møguligar karmar og – í tøttum samstarvi við foreldur og onnur avvarðandi – at stuðla børnum at røkka sínum málum í svimjingini. Vitja facebook síðuna […]