Pub Quiz í Bovling
Fríggjakvøldið 24. apríl verður Pub Quiz í Bovling í Leirvík. Fylg við á Facebook síðuni Bovling Og Matstovan fyri nærri kunning
Fríggjakvøldið 24. apríl verður Pub Quiz í Bovling í Leirvík. Fylg við á Facebook síðuni Bovling Og Matstovan fyri nærri kunning
Sum vant skipa Leirvíks Páll skótarnir fyri flaggdagshaldið í Leirvík. Tiltakið verður úti í Bug leygardagin 25. apríl kl 15:00 Sólvá K. Eliassen flytir fram røðu Knút H. Eysturstein framførir Aftaná verður kondibingo og skótarnir bjóða vafflur.
Leygarkvøldið 25. apríl kl. 20 verður konsert við Bárði á Lakjuni á Báta- og Listasavninum í Leirvík. Sera avmarkað atgongd. Kaffi og søtt verður at fáa. Keyp í forsølu á: https: atgongumerki.fo
Lávusarhús opnar hurðarnar fyri nýggjum og forvitnum bindarum 6 mai! Her kanst tú royna at binda við ymiskum sløgum av tógvi, eisini tógv úr føroyskari ull. Tiltakið er ætlað ferðafólkum. Kostnaðurin er 150 kr. Meira info: Whatson
Fríggjadagin 8. mai kl. 14.00 verður hátíðarhald í kappróðrarneystinum í Norðragøtu. Her verður listaverk eftir Livari Nysted og tríbekkurin, sum John Høgnesen smíðaði til EuroSkills í september í fjør, avdúkað. Á skránni verður røða frá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum og vit hoyra Honnu Jensen, forkvinnu í mentanarnevndini, siga nøkur orð. Eisini verður vitjan […]
Leygardagin 9. mai verður Ódnartøk í Norðragøtu. Nærri kunning kemur seinni.
Leygardagin 9. mai kl. 18.00 hevur Víkingur eydnuhjól á Brandstøðini í Leirvík! Nógvir góðir vinningar
Fríggjadagin 15 Mai kl. 21:00 verður konsert við Hamferð í Tøting. Atgongumerki kann keypast á atgongumerki.fo
Tann 19. mai verður árliga næmingakonsertin hjá Tónlistaskúlanum í miðhøllini í Leirvíkar skúla kl. 17:00. Til konsertina fara næmingarir at vísa framm tað, sum teir hava lært ígjøgnum hettar musikkskúlaárið. Hettar verður gjørt við bæði solo framførlsum og eisini samanspælið. So kom og njót eina hugnaliga og musikkalska løtu saman við okkum í Eysturkommunu Tónlistaskúla.
Týsdagin 19.mai kl.17-20 verður søla av frátiknum bókum í bókasavninum við Gøtugjógv. Bøkurnar verða seldar fyri 5,- stk. Einans kontant søla.
Mikudagin 20. mai verður sølumarknaður í Víkingahúsinum í Sarpugerði. Her kanst tú fáa bundin pløgg, prýðislutir, lampur úr igulker, trælutir, souvenirs og mangt annað. Sølumarknaðurin er frá kl 13-18 og øll eru hjartaliga vælkomin!