Jólasøla í Losjuni við Gøtugjógv

Losjan Glotti, við Gøtugjógv

Leygardagin 23. november verður jólasøla í Losjuni frá kl 11.00 - 15.00. Fleiri ymiskir básar fara at selja hondgjørdar lutir. 8. flokkur hevur tombola. Eisini verður okkurt gott nýbakað til keyps. Havi reiðan pening við, tað kann vera at onkur sølubásur ikki hevur terminal. Øll eru hjartaliga vælkomin, vinaliga Serbreytin í Klaksvík.

Sædis glas hevur opið

Sædis glas

Sædis glas hevur opið hvønn mánadag í desember Herafturat er opið á verkstaðnum hvønn dag aftaná kl. 15

Jólatrøini í kommununi verða tendrað

Við Gøtugjógv: Týsdagin 3. desember kl. 18:00. Björk Tyril flytir fram røðu, Eystanljóð syngur. Leirvík: mikudagin 4. desember kl. 18:00 Tórhallur við Gil flytir fram røðu, Gøtu kirkjuungdómskór syngur.

Lávusarhús opið á jólum

Lávusarhús

Mánadag - fríggjadag 16.30 - 18.30 Leygardag 12.30 - 16.30 Sunnudag 22. desember 14.00 - 18.00 Mánadag 23. desember 12.00 - 18.00

Jólakafé í Filadelfia

Filadelfia

Jólakafé í Filadelfia  Leygardagin 7.des kl 10.00 - 12.00 Á skránni verður sangur, samfelag og góður drekkamunnur - øll eru hjartaliga vælkomin!

Jólasøla í Víkingahúsinum

Víkingahúsinum í Norðragøtu

Jólasøla í Víkingahúsinum. Sølubásar við alskyns góðum frá húskjum í Eysturkommunu

Vælkomin til jóla-sangløtu!

Vælkomin til jóla-sangløtu!      Miðhøllini í Leirvíkar skúla.        Mikudagin 11. des kl 17.00.        Sangløtan er fyri børn, ommur og abbar,      langommur og langabbar.      Vit fara at syngja jólaligar sangir og hugna okkum.      Aftaná fáa øll okkurt gott.

Jolahugni hjá Eldrafelagnum Fjallið

Víkingahúsinum í Norðragøtu

Jolahugni hjá Eldrafelagnum Fjallið íVíkinga­ húsinum. Tilmelding áðrenn 4. des­ember. Kostnaðurin er 150 kr.

kr. 150

Jólaskipið til Leirvíkar

Jólaskipið kemur til Leirvíkar fríggjadagin 20. desember umleið kl. 17.30. Jólamenn koma at vitja og jólapakkar verða til børnini.

Jólafjós

Jólafjós. Uppliva jólahugnan á Varma­keldugarðinum í Gøtudali Fjósið er opið fyri øllum, sum vilja njóta tann serliga jólastemningin. Her verður møguleiki at síggja neyt, kela kálvunum og taka jólamyndir saman við familjuni. Garðurin bjóðar eisini upp á Fjósloftið, har heita kakao og rís à la mande er at fáa. Eisini verður garðssøla við nøkrum av […]