Ruddingardagur
Leirvík28. august 2024 er ruddingardagur. Kom og ver við at rudda okkara kommunu.
28. august 2024 er ruddingardagur. Kom og ver við at rudda okkara kommunu.
Tónleikafestivalurin HOYMA fer aftur í ár av bakkastokki í einum grannalagi í hugnaligu Syðrugøtu. 20 konsertir við 10 tónleikabólkum og einstaklingum, heima í stovuni í 10 ymiskum heimum. 2 konsertir í hvørjum heimi. Eingi ljóð- ella ljósannlegg. Men ovmikið av nærveru og gestablídni. Á skránni eru: Jens Marni Hansen Die Færøsche Polkaband Guðrið Hansdóttir Bárður […]
Skeiðið verður tríggjar ferðir. Tíðspunkt: 26. og 27. september kl. 15:00-21:15 28 september kl. 10:00-16:15
Kanska tú skal gera føroysk klæðir til mannin, sonin ella tín sjálvs. Á hesum skeiði hevur tú møguleikan at læra hetta gamla handverkið, at virka hosubond og at bregda band til føroysku troyggjuna. Tíðspunkt: Týskvøldini 22 oktober og 29 oktober frá klokkan 19:00 - 21:00
Á hesum skeiði lærir tú at gera glaslist og ymisk brúksprýði eftir tínum ynski. Undirvísarin kann geva tær hugskot og leggur tær lag á. Tíðspunkt: Mikukvøld frá 23. oktober til og við 20. november Øll kvøldini kl. 18:00-21:00
Á hesum skeiði lærir tú at brúka bindimaskinuna til alskins arbeiði og undirvísarin hjálpir tær gjarna við íblástri. Ella kanska tú hevur okkurt arbeiði, ið bara hevur ligið óliðugt – inntil nú. Tíðspunkt: Tvey vikuskiftir fyri jól; 25.-26. okt og 15.-16. nov. Herafturat trý vikuskiftir aftaná jól eftir avtalu. Klokkan: Fríggjakvøld 18:00 - 22:00 og […]
Talan er um eina lítla, ótrúliga hugnaliga og nærverandi konsert við Lyon Hansen, í hugnaliga gamla skúlanum, har bert 30 atgongumerkir eru til sølu. Atgongumerkir kunnu keypast her: Lyon Hansen (atgongumerki.fo) Prísurin er íroknað kaffi v.m.
Minningarhald teirra sjólátnu verður í Leirvík fríggjadagin 1. november Farið verður út á Minnisvarðan kl. 15:30, har kransar verða lagdir. Minningarhaldið verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla kl. 16:00. Henry Christiansen flytur fram røðu og Gøtu kirkju ungdómskór kemur at syngja.
Pubquiz í Brimborg 2.novembur kl.22 Kristian Joensen verður quizmaster Happy Hour, keyp 3 gjald fyri 2, kl.21-22.
Á skeiðinum lærir tú at garva títt egna seyðaskinn við alúndeiggi soleiðis, at tú kanst varðveita tað og brúka tað t.d. sum prýði. NB: Luttakararnir finna sær og salta sítt egna seyðaskinn í heyst og goyma tað til skeiðsbyrjan. Tíðspunkt: 6. og 7. november kl. 18:00 - 22:00 8., 14. og 27. november kl. 16:00-18:00
Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera m.a. sjokulátakonfekt til jóla. Tak hvønnannan undir armin og vit fáa vegleiðing í at gera lekkurt konfekt, ið kann gleða bæði okkum sjálvi og onnur við. Tíðspunkt: Skeiðið er tvey kvøldir; 7. og 14 november. Ein tilmelding = […]
Talan er um eina lítla, ótrúliga hugnaliga og nærverandi konsert í hugnaliga gamla skúlanum við Lea Kampmann, har bert 30 atgongumerkir eru til sølu. Atgongumerkir kunnu keypast her: Lea Kampmann (atgongumerki.fo) og tað er íroknað kaffi v.m.