• Kom og rør teg

    Fimleikahøllin í skúlanum við Gøtugjógv

    Hetta er eitt skeið, sum hjálpir tær at koma í betri form og fáa ein betri lívskvalitet ígjøgnum venjing. Á hesum skeiði fært tú eitt sindur av øllum – BodyBalance, Pilates og Slim venjingar, búkvenjing og eitt sindur av Zumba Mix og Styrki (nakrir fáir dansir). Tíðspunkt: Mánakvøld kl. 19:00 - 21:00 og mikumorgnar kl. […]

    kr. 500
  • Barnadansur

    Glyvrahanusarhús, Norðragøta

    Aftur í ár verður farið uppá gólv við barnadansinum. Her verða lættar vísur, styttri sangir og annað, ið er serliga hóskandi hjá børnum, á skránni. Í ár verða nøkur kvøld serlig “dansispølskvøld”. Hetta verður lýst nærri og hesi kvøldini eru eisini øll vælkomin.   Umframt at dansa saman, verða hugnakvøld og pitsakvøld og vit fara […]

    Free
  • At virka og bregda

    Skúlin við Gøtugjógv

    Kanska tú skal gera føroysk klæðir til mannin, sonin ella tín sjálvs. Á hesum skeiði hevur tú møguleikan at læra hetta gamla handverkið, at virka hosubond og at bregda band til føroysku troyggjuna. Tíðspunkt: Týskvøldini 22 oktober og 29 oktober frá klokkan 19:00 - 21:00

    kr. 300
  • Barnakór (3.-7. flokkur)

    Gøtu kirkja

    Bæði gentur og dreingir hava her møguleikan at syngja við í einum kóri, ið er skipað av leiðandi kreftum frá Gøtu Kirkju Ungdómskóri. Málið er, at øll læra at brúla røddina so tíðliga sum gjørligt og soleiðis skapa grundarlag fyri eini góðari sangrødd, tá ein gerst eldri. Símun Hammer, kórleiðari og organistur í Gøtu kirkju, […]

    Free
  • Dramskúlin (9-12 ár)

    Losjan Glotti, við Gøtugjógv

    Í dramaskúlanum lærir tú alt, sum tær tørvar at vita og duga, tá tú skal spæla sjónleik.   Vit spæla nógv dramaspøl og hava góðar og stuttligar venjingar sum læra tykkum at duga og tora at traðka fram á pallin og spæla sjónleik. Vit bjóða eisini familju, vinum og øðrum at síggja onkran leik, sum […]

    kr. 500
  • Klaverspæl

    Skúlin í Leirvík

    Á hesum skeiði fær hvør næmingur spælt tann klavertónleik, hann hevur áhuga fyri, nótar ella akkordir. Skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og meira roynd. Tað er einstaklingaundirvísing, har hvør næmingur hevur 25 minuttir saman við læraran hvørja viku. NB: Møguleiki má vera hvørjaferð at kunna venja heima til næstu ferð. Tíðspunkt: Týskvøld ella hóskvøld millum […]

    kr. 500
  • Drama (13 ár og eldri)

    Losjan Glotti, við Gøtugjógv

    Á hesum skeiði lærir tú alt, sum tær tørvar at vita og duga, tá tú skal spæla sjónleik.   Vit hava venjingar sum skulu læra okkum at duga og tora at traðka fram á pall og framføra. Vit fara at arbeiða við einum ungdómsleiki, sum vit fara at framføra, um sjónleikararnir ynskja tað.    Møguleiki […]

    kr. 500
  • Drama (9-12 ár)

    Losjan Glotti, við Gøtugjógv

    Til drama menna vit skapandi gávur okkara gjøgnum venjingar, spøl og improvisatiónir.  Samstundis venja vit hugsavning, spontanitet, hugflog og okkara minni. Tað er ikki neyðugt at hava nakrar royndir. Vit leggja stóran dent á at skapa eitt trygt og jaligt umhvørvi við góðum felagsskapi, frælsi og látri í dramaskúlanum, tí tað er grundleggjandi neyðugt at […]

    kr. 500
  • Klaverspæl

    Skúlin í Leirvík

    Á hesum skeiðnum fær hvør næmingur spælt tann klavertónleik, hann hevur áhuga fyri, nótar ella akkordir. Skeiðið er bæði fyri óroynd og meira roynd. Tað er einstaklingaundirvísing, har hvør næmingur venur 25 minuttir saman við læraranum hvørja viku. NB: Møguleiki má vera at kunna venja heima   Nær: Týskvøld og hóskvøld kl. 17-21 (Eftir nærri avtalu)

    kr. 500
  • Glaslist

    Skúlin við Gøtugjógv

    Á hesum skeiði lærir tú at gera glaslist og ymisk brúksprýði eftir tínum ynski. Undirvísarin kann geva tær hugskot og leggur tær lag á. Tíðspunkt: Mikukvøld frá 23. oktober til og við 20. november Øll kvøldini kl. 18:00-21:00

    kr. 300
  • Guittar

    Skúlin í Leirvík

    Á hesum skeiði fær hvør næmingur spælt tann tónleik á guittara, hann hevur áhuga fyri. Skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og meira roynd. Tað er einstaklingaundirvísing, har hvør næmingur hevur 25 minuttir saman við læraran hvørja viku. NB: Møguleiki má vera hvørjaferð at kunna venja heima til næstu ferð. Tíðspunkt: Mikukvøld kl. 17:00 - 21:00

    kr. 500
  • Talv fyr óroynd

    Í gamla barnagarðinum við Gøtugjógv

    At telva er umtókt í Eysturkommunu, bæði hjá eldri fólki og hjá børnum. Á hesum skeiði lærir tú, hvussu spælið er uppbygt og tú fær talvuppgávur, ið passa til tít torleikastig, at royna at loysa. Tíðspunkt: Mikudagar kl. 18:00-19:00

    kr. 500