Mannfólkakvøld í Saunadypp
Saunagos, hitapottur, drykkivørur, snacks og mangt annað!! Síggjast til mannfólkakvøld í Saunadypp! Leinkja til heimasíðu: saunadypp.fo – Føroya fyrsta og einasta flótandi sauna
Saunagos, hitapottur, drykkivørur, snacks og mangt annað!! Síggjast til mannfólkakvøld í Saunadypp! Leinkja til heimasíðu: saunadypp.fo – Føroya fyrsta og einasta flótandi sauna
Hjartaliga vælkomin til vøggusálmasang við Carlu Josenius Mikkelsen, barnaergoterapeuti, í Gøtu kirkju í septembur Vit gera stimbrandi rørslur við pinkubørnunum, syngja barnasálmar og -sangir, hava andakt og aftaná verður drekkamuður í kirkjukjallarinum. Tilmelding á tlf. 223871 Tað verður hesar dagar, kl. 10:00: 1. september 8. september 15. september 22. september 29. september
Leygardagin 5. september verður finalan um Løgmanssteypið hjá monnum spæld á Tórsvølli. Víkingur spælir í móti KÍ kl. 19:00. Atongumerki kann keypast á: atgongumerki.fo
AFTER HOURS spæla til dans í Losjuni fríggjakvøldið 25/9 frá kl. 22.30-01.00 Kaffi, køkur, hugni og prát. Kostnaður: 180 kr.
Leygardagin 19. september verður HOYMA aftur. Tvey tey seinastu árini hevur HOYMA verið útselt, og eisini í ár verða einans 300 atgongumerki sett til sølu. HOYMA var upprunaliga tiltakið, sum setti gongd á eitt hugtak, ið síðan hevur breitt seg nógv. Í Føroyum eru fleiri líknandi tiltøk sprottin fram – t.d. Húsagonga, Válan, Hitt á Glyvrum, Heima og […]
Leygarkvøldið 19. septembur kl. 19, verður skipað fyri eydnuhjóli á brandstøðini í Leirvík, til frama fyri Leirvíkar missiónshús. Umframt eydnuhjól verður eisini tombola, fiskibrunnur og søla av kaffi, te og vaflum.
Fjós-Bit við Høgna Lisberg verður 26. sep kl 20.00 til uml 23.00 á Varmakeldugarðinum. Góður tónleikur og okkurt til matna. Kostnaðurin er 390,- Bílegg pláss við at senda t-post til booking@varmakelda.fo. Gjaldast skal við bílegging. G.G.: Tað er avmarkað pláss.
Hóskvøldið 8. oktober kl. 19 verður møguleiki at møtast í kjallaranum í missiónshúsinum og gera ymiskt, sum kann leggjast í Christmas Child-skógvaeskjurnar 😊 Tað verður møguligt at koma hvørt hóskvøld frá kl. 19:00–21:30 fram til 25. oktober, tá eskjurnar skulu latast inn. Dømi um tað, sum kann gerast, eru: húgvur pannubond hosur vøttir bamsir taskur […]
Leygarkvøldið 10. Okt. kl. 20.30 í Tøting Atgongumerki á 150 kr. (Tó bert 100 kr. fyri limir í Grót), fáast á https://grot.atgongumerki.fo/web.../event/3781101/order/main ella við dyrnar frá kl. 20.00.Tey ið eru 18 ár ella yngri, og eru limir í Tónleikasamtakinum Grót, hava ókeypis atgongd. Konsert við Eyða Horsdal og bólki Í heyst verður Eyði Horsdal aftur […]
Familjudagur og skattaveiða á Varmakeldugarðinum sunnudagin 11. oktober millum kl. 13.00 - 16.00 Kom og vitja garðin, djórini og ver við í skattaveiðuni uttanfyri. Møguleiki er at keypa kaffi/te og kaku, peningurin fer óskerdur til Krabbameinsfelagið.
Hóskvøldið 15. oktober kl. 19.00 til 22.00 verður eitt hugnaligt teknikvøld í Húsinum hjá Karli í Norðragøtu. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin framvið til eina kreativa løtu. Her fært tú upplæring í at tekna eina uppstilling ella eina andlitsportræt. Undirvísari er Tummas Jákup Thomsen, sum fer at hjálpa og vegleiða undir kvøldinum. Tiltakið […]
**Dagført** Vegna vánalig veðurlíkindi verður borðspælskvøldið, sum skuldi vera á Brandstøðini í mikudagin 14. oktober, útsett til leygardagin 17. oktober kl. 18.00–21.00. Her verður møguleiki at spæla alskyns borðspøl - til dømis Bezzerwizzer, talv, UNO, Catan og nógv onnur spøl. So um tú ert til strategi, quiz, kortspøl ella bara ynskir eitt hugnaligt kvøld saman […]