Borðspælskvøld á Brandstøðini í Leirvík
Dato
17. oktober
Staður
Brandstøðin í Leirvík
**Dagført**
Vegna vánalig veðurlíkindi verður borðspælskvøldið, sum skuldi vera á Brandstøðini í mikudagin 14. oktober, útsett til leygardagin 17. oktober kl. 18.00–21.00.
Her verður møguleiki at spæla alskyns borðspøl – til dømis Bezzerwizzer, talv, UNO, Catan og nógv onnur spøl. So um tú ert til strategi, quiz, kortspøl ella bara ynskir eitt hugnaligt kvøld saman við øðrum, so er okkurt her fyri øll 😊
Vit bjóða sunnkist og okkurt lekkurt afturvið🍪
Vit vóna at síggja nógv tykkara leygarkvøldið til eitt hugnaligt borðspælskvøld! 

Øll eru hjartaliga vælkomin! 🎲