Jólatræið við Gøtugjógv tendrar
Mikudagin 3. desember kl 18 tendrar jólatræiðvið Gøtugjógv. Gøtu kirkju ungdómskór syngur og Arni Petersen flytir fram røðu. Jólamenn koma á vitjan og bjóða bæði heitt og søtt.
Mikudagin 3. desember kl 18 tendrar jólatræiðvið Gøtugjógv. Gøtu kirkju ungdómskór syngur og Arni Petersen flytir fram røðu. Jólamenn koma á vitjan og bjóða bæði heitt og søtt.
Árliga jólasølan verður aftur, har borgarar í Eysturkommunu koma at selja hondgjørdar lutir o.a. Kom og keyp jólagávuna til ein, tú ert góð/ur við.Her fært tú: Ymiskt bundið, trælutir, heimagjørt jólapynt, seyðaskinn, myndir, Víkinga-fjepparalutir, klæðir, lampur, stakar, kort, plakatir, oyralokkar, góðgæti.Tú kanst eisini keypa tær ein góðan te- ella kaffimunn við onkrum góðum afturvið, í […]
Næmingakonsertin hjá Eysturkommunu Tónlistaskúla verður t. 9. decembur í miðhøllini í Leirvíkar skúla kl. 18:00. Konsertin fer, sum vanligt, at bjóða uppá nógvar kendar jólasangir, og góð, klassiskt stykkir eisini. Næmingarnir fara at spæla uppá ljóðførini: klaver, gittar, trummur, floyta, messing og violin. Set X í kalendarin og kom og njót teir vøkru tónarnar, sum […]
Kom við á hugnaliga bókasølu leygardagin. Nógvar góðar bøkur úr nærumhvørvinum at fáa. Kom og finn eina góða jólagávu ella bara forvitnast eitt sindur og fá tær ein góðan kaffimunn og eitt gott prát.Opið er leygardagin frá 15 til 19.Øll eru vælkomin.
Sunnudagin 14. desember kl 16 verður jólakonsert í Gøtu kirkju við Eystanljóð og Tórshavnar mannskór.
Hósdagin 18. desember verður eitt hugnaligt jólatiltak í Syðrugøtu ætlað bæði børnum og vaksnum. Endamálið við tiltakinum er at savna bygdafólkið, og at geva børnunum eitt gott jólaminni í Syðrugøtu. Skráin byrjar klokkan 18:00 við suppu. Vit hoyra søgu, syngja saman, og fáa ein góðan drekkamunn. Til síðst fara vit eina spennandi kanningarferð - gott […]
Fríggjadagin kl. 17:00 kemur vælprýddað jólaskipið til Leirvíkar. Børn og vaksin eru vælkomin oman á bryggjuna at heilsa uppá jólamennirnar, ið eisini bjóða pakkar til børnini. Komið og takið væl ímóti jólamonnunum .
🎄 Jólastemning á Varmakeldugarðinum – 22. desember kl 15-19! 🎅 Vit bjóða øllum, bæði nær og fjar, hjartaliga vælkomin á vitjan á Varmakeldugarðinum tann 22. desember. 🐄 Fjósið er opið fyri øllum, sum vilja uppliva ta serligu jólastemningina á garðinum. Tú kanst síggja mjólkneytini, kela kálvunum og taka eina jólamynd saman við familjuni. ☕ Á […]
Mánadagin 22. desember kl. 16 verður hugnaløta uttanfyri kirkjuna og børnini fáa jólapakkar.
Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsprøku og tungu. Skrá: Vælkomin Framløga 1: “Ílegukanningar av gulllaksi undir Føroyum – Fyrstu úrslitini” Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, lektari á NVD á Fróðskaparsetri Føroya, leggur fram úrslit frá verkætlan síni um ílegukanningar […]
Leygarkvøldið 31. Januar í Tøting HOYM v/ Elinborg Pálsdóttir, Leu Kampmann og Katrín Ólafsdóttir Atgongumerki á 150 kr. (tó 100 kr. fyri limir í Grót) fáast á atgongumerki.fo ella við dyrnar frá kl. 20.00.Tey ið eru 18 ár og yngri, og eru limir í Tónleikasamtakinum Grót, hava ókeypis atgongd. Hoym sá dagsins ljós, tá tær tríggjar, Elinborg […]
Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, skulu handfarast og hvussu tú brúkar tær, so tú fært sum mest burturúr. Skeiðið er í tveir dagar. Nær: Fríggjadagin 13. februar kl. 17-21 og […]