Jólaligir rómabollar (2. skeið)
Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera rómabollar til jóla. Skeiðið er fyri børn frá skúlaaldri. Nær: Mikudagin 12. november kl. 18:00-21:00
Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera rómabollar til jóla. Skeiðið er fyri børn frá skúlaaldri. Nær: Mikudagin 12. november kl. 18:00-21:00
Kanska tú skalt gera føroysk klæðir til mannin, sonin ella til tín sjálvs. Á hesum skeiðnum hevur tú møguleikan at læra hesi bæði gomlu handverkini, at virka hosubond og at bregda band til føroysku klæðini Tíðspunkt: Týskvøldini 21. oktober og 28. oktober frá klokkan 19:00 - 21:00
Á hesum skeiðnum lærir tú at gera glaslist og ymisk brúksprýði eftir tínum ynski. Undirvísarin kann geva tær hugskot og leggur tær lag á. Nær: Mikukvøldini 22. og 29. okt. & 5., 12., og 26. nov. Kl. 18:00 -21:00 Prísur: 300 kr. umframt tilfar, ið verður goldið á staðnum.
Á hesum skeiðnum sleppa børn og ung at arbeiða við leiri, forma og skapa sínar egnu lutir. Vit læra ymiskar teknikkir á ein stuttligan og skapandi hátt. Tíðspunkt: Mikukvøld 22. og 29. oktober og 5., 12., og 19. november
Hetta skeiðið er ætlað teimum, ið kundu hugsað sær at lært at gera lekkurt konfekt og at seta sín egna dám á hvørt stykkið. Við hesum kanst tú gleða bæði teg sjálvan og onnur við. Nær: Týsdagin 28. oktober kl. 18-21
Hetta skeiðið er ætlað teimum, ið kundu hugsað sær at lært at gera lekkurt konfekt og at seta sín egna dám á hvørt stykkið. Við hesum kanst tú gleða bæði teg sjálvan og onnur við. Nær: Skeiðið er mikudagin 29. oktober kl. 18-21.
Slepp hugflognum leysum og royn okkurt heilt øðrvísi - eitt dramaskeið fyri vaksin. Á hesum skeiðnum arbeiða vit við hugflogi okkara, sjónleika-venjingum, improvisatión, kroppi og rødd. Vit venja okkum við veruliga at lurta eftir hvørjum øðrum og okkum sjálvum samstundis. Vit arbeiða við kropsmáli og persónligum eyðkenni. Undirvísingin verður tillagað soleiðis, at hon tekur hædd […]
Leygardagin 1. november 2025 verður minningarhald í Leirvík fyri sjólátnar. Farið verður út á Minnisvarðan kl. 15:00, har kransar verða lagdir. Minningarhaldið verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla kl. 15.30. Karl Gregersen, Syðrugøta, flytur fram røðu.
Kundi tú hugsa tær at brodera mynstur á vest? Á hesum skeiðnum verður dentur lagdur á brodering av vestinum til tey føroysku klæðini. Minst til at fáa mynstrið áteknað í góðari tíð, so at tað er klárt at fara í gongd, tá skeiðið byrjar. Nær: 4., 5., 6. og 11. og 12. november
Mikukvøldið 5. november kl. 19 verður bókaframløga í býráðshúsinum, har bókin FRÍ eftir Jónu Joensen verður løgd fram. Páll Isholm hevur eina samrøðu við Jónu Joensen og Laura Joensen lesur brot úr bókini. Við eru dansarar úr Eysturoyar Dansifelag. Aftaná verður høvi at njóta ein góðan drekkamunn og fáa eitt gott prát. Øll eru hjartaliga […]
Mikukvøldið 5. november skipar Rokoko fyri kvinnukvøldi í Víkingahúsinum. Les meira og keyp atgongumerki á leinkjuni: https://www.rokoko.fo/products/kvinnukvold-i-vikingahusinum?fbclid=IwY2xjawN3I6xleHRuA2FlbQIxMABicmlkETFoRDBXUTZyVkJnUThlRXhZAR483uIwzgGU2TqLblK1KzgwYd_Ajx5REqhIhGiSCa5PjOOSHsjgRIMLbPUIeA_aem_ScM0dHrOyEZcgwmtNerwNA