Loading Events
Tiltøk í Eysturkommunu

Bókaútgáva FRÍ

Dato

5. november

Staður

Býráðshúsið

Mikukvøldið 5. november kl. 19 verður bókaframløga í býráðshúsinum, har bókin FRÍ eftir Jónu Joensen verður løgd fram.

Páll Isholm hevur eina samrøðu við Jónu Joensen og Laura Joensen lesur brot úr bókini.  Við eru dansarar úr Eysturoyar Dansifelag. Aftaná verður høvi at njóta ein góðan drekkamunn og fáa eitt gott prát.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

FRÍ er ein skemtilig bók til ung sum eldri við íblástri til matgerð, lívsstíl, sjálvbjargni, skapandi lív og gleðina at vera á ferð. Ein bók um forvitni, útilív og frísinnaði menniskju, sum finna gleðina í tí einfalda og siðbundna – við hjarta, hondum og hugflogi.

 

Bókin, ið er skriva sum skaldsøga, kann eisini nýtast sum ein kókibók, har lesarin finnur alskins uppskriftir.

 

Tað er Jóna Joensen, ættað úr Syðrugøtu, búsitandi í Sveis, ið hevur skriva bókina FRÍ. Íblásturin kemur frá uppvøkstrinum í Føroyum, ferðum kring knøttin og lívinum á garðinum í Sveis, sum hon, saman við manni sínum Thomas, hevur umskapað til eitt gistingarhús og eina sjálvbjargna oasu við grønmetið, fruktum, urtum og víni.

 

Á garðinum finna trý ættarlið gleðina at skapa frá grundini. Afturat ból og bita bjóðar Jóna coaching og leirskeið í Ryfflihaus. Frí er hennara fyrsta bók.

 

Jóna Joensen við bókini FRÍ